Órógv á flogferðsluni í dag

Í løtuni fáa flogfør hjá Atlantsflogi ikki lent í Vágum orsaka av mjørka.

Eitt flogfar lendi í morgin, og trý flogfør eru farin úr Vágum fyrr í dag. Men seinnapartin hevur mjørki skapt trupulleikar á flogvøllinum.

Eitt flogfar úr Reykjavík skuldi lenda kl. 14.00, og eitt flogfar úr Keypmannahavn skuldi lenda kl. 15.00, men hvørki teirra hevur sett seg enn.

Eisini fráferðirnar hjá flogførum til Keypmannahavn og Billund seinnapartin eru ávirkaðar av mjørkanum.

Nærri boð verða givin kl. 17.00 um, hvussu verður við hesum flogførum.