Ráðgevingin frá Búskaparráðnum kann forkoma fiskivinnuni

- Eg havi eitt ávíst bangilsi fyri, at tilmælini frá Búskaparráðnum kunnu forkoma allari fiskivinnu í Føroyum, sigur Hendrik Old, formaður í vinnunevndini.

- Verða tilmælini frá Búskaparráðnum fylgd, kann tað forkoma fiskivinnuni í Føroyum.

Hendrik Old, løgtingsmaður, er formaður í vinnunevndini hjá Løgtinginum og sostatt er hann ein av fremstu talsmonnum hjá samgonguni í fiskivinnumálum.

Og hann er ikki beinleiðis bergtikin av atfinningunum frá Búskaparráðnum í Sosialinum í gjár.

Búskaparráðið staðfestir, at ætlanin at broyta lógina um vinnuligan fiskivinnu tænir ongum endamáli, tí hon ger tað ikki lætt hjá ungum fólki at koma upp í fiskivinnuna. Tað verður heldur ikki syrgt fyri, at tilfeingisrentan endar í landskassanum, so at vit øll fáa gleði av henni og váðin í fiskivinnuni verður heldur ikki minkaður.

Kjarnin í boðskapinum frá Búskaparráðnum er, at vit eiga at seta ein fiskidagamarknað á stovn, sum selur fiskirættindi og so at peningurin fer í landskassan og ikki í lummarnar hjá einstøkum reiðarum, sum hava fingið hesi somu rættindi fyri einki.

Sjálvur heldur Hendrik Old, at tað er ein dámligur tanki, at landið skal selja fiskidagar og at peningurin, sum kemur inn, skal fara í landskassanum til frama fyri okkum øll.

-Tað havi eg sum so onki ímóti, sigur formaðurin í vinnunevndini.

Men hetta er samstundis ein sera vandamikil tanki, tí verða ikki ráð til mistøk og verður traðkað í kálið, kann tað forkoma fiskivinnuni.

Samstundis ávarar hann staðiliga ímóti at leypa framav fyri tað um nøkur heilt fá nótaskip og okkurt annað skip, eru handlað fyri heilt óvanligar prísir.

- Men hetta er akkurát dømi um, hvussu skjótt tað gongur upp og niður í fiskivinnuni, tí tað eru ikki meiri enn eini 15 ár síðani, at allir nótaflotin var fór av knóranum.

- Tað er flotin undir Føroyum, sum er grundarlagið undir virkseminum á landi, men tað er ikki í hesum flotanum, sum fiskar botnfisk undir Føroyum, at hasar ógvusligu skipahandlarnir hava verið, tó at skip eru seld, treyðugt so.

- Og sjálvt um fiskiloyvini eru latin fyri einki, er torført hjá flotanum at kasta so nógv av sær, at ráðini eru til at keypa nýggj skip.

Men hann viðurkennir, at teir ógvusligu skipahandlarnir, sum hava verið, eru ein trupulleiki.

- Verður vinningurin tikin úr vinnuni og stungin í lumman, er tað sjálvandi ein trupulleiki. Men tað er ein trupulleiki, sum lættliga kann loysast við at leggja eyka skatt á vinningin, afturat partafelagsskattinum.

Hvussu stórur hesin skatturin skal vera, hevur hann onki boð upp á.


Óforsvarligt

Hendrik Old heldur, at skal ein fiskidagamarknaði setast á stovn, er tað ein so stór kollvelting, at tað er neyðugt, at vinnan fær nøkur ár til at fyrireika seg uppá at keypa fiskidagar í fríari kapping, kanska eisini við útlendingar.

- Ein fiskidagamarknaður má umhugsast ómetaliga gjølliga, tí tað er ikki forsvarligt at kollvelta skipanina upp á styttri tíð.

Tað, sum hann stúrir mest fyri í einum fiskidagarmarknaði, er at vinnan verður so fær so óstøðugar treytir at virka undir, at tað forkemur henni.

- Miseydnast tað einaferð hjá einum skipi at keypa nokk av døgum, er tað mest sannlíkt, at skipið eisini missur manningina, tí menninir fara neyvan at sita hendur í favn og bíða eftir, at skipið skal fáa fiskidagar aftur.

-Tað er avgerðandi neyðugt, at skip og manningar hava trygg viðurskifti og ikki koma í eina støðu, har umstøðurnar skifta ov nógv frá einum fjórðingsári ella hálvári, til tað næsta.

Hann vísir á, at tað er gravgangur eftir fiskimonnum, bæði í Noregi, Íslandi, Danmark og í Grønlandi og aðrastaðni og fáa fiskimenn í Føroyum ikki nóg góðar umstøður heima, stinga teir bara í sekkin og fara onkra aðrastaðni og so stendur flotin í Føroyum eftir við ongari manning.

- Tað verður ein vanlukka, tí fiskiskapur, setur so stór krøv, at tað gerst bara við tí besta fólkinum. Og skulu skipini varðveita tað bestu manningina, krevst ein trygg hýra og sostatt eisini trygg viðurskifti.

Samstundis vita vit, at ongin er so flytiførur, sum akkurát fiskimenn, so fáa teir ikki nóg góðar umstøður herheima, flyta teir.

- Tey, sum sita aftanfyri eitt skriviborð og hava roknað seg fram til, at einasta loysn er at seta ein fiskidagamarknað á stovn, hava ikki innlit í hvat krevst fyri at verða til fiskiskap og tí má eg staðiliga ávara ímóti at seta skipanir í verk, sum ikki eru gjølliga umhugsaðar út í æsir, tí hendir tað, at skipini missa tað besta fólkið, fær fiskivinnan ikki eitt bein til jørðina.

Hendrik Old sigur, at tað er hetta, hann stúrir mest fyri við einum fiskidagamarknað, tí eitt langt lív á uppboðssølu fyri fisk, hevur prógvað fyri honum, at tað er heilt og aldeilis ómøguligt at roknað út, hvussu úrslitið av eini uppboðssølu verður.

- Tilmælið frá Búskaparráðnum ber týðiliga brá av, at kunnleikin til veruligu viðurskiftini í fiskivinnuni ikki er til staðar.

- Tað er eitt ástøðið, sum klingar væl í oyrunum, men eg sakni enn at fáa at vita, hvussu vit skulu skapa neyðugu trygdina hjá manningini, tí vandin fyri, at teirra skip liggur eftir við ongum, er øgiliga stór.

- Men eg sakni eina veruliga forkláring upp á, hvussu vit tryggja flotanum og manningunum trygg og støðug viðurskifti, leggur hann afturat.