Van Jones, sum hevur verið ráðgevi hjá Barack Obama, forseta, hevur lagt frá sær eftir at hava verið fyri hvøssum atfinningum. Van Jones, sum var ráðgevi forsetans í umhvørvismálum, var fyri hvøssum atfinningum, tí hann hevði skrivað undir eitt mótmæli, sum legði stjórnina hjá George W. Bush undir at hava vitað, at menn fyrireikaðu atsóknina tann 11. september í 2001.
Jones hevur biðið um umbering fyri skuldsetingina, men sigur, at hann hevur ikki fingið rættvísa viðferð frá sínum mótstøðumonnum.
Van Jones segði um vikuskiftið, at hann var farin frá sjálvboðin, tí at vildi ikki, at hansara umdømi skuldi skaða stjórnina ella politikkin hjá Obama.