Úr gerðabók Føroya Løgtings

8. fundur, mánadagur 31. august 1998 kl 10:00

Ár 1998, mánadagin 31. august 1998, kl. 10.00 varð tingfundur settur.

Løgtingsmenninir Vilhelm Johannesen, Jørgen Niclasen, Jákup Suni Joensen, Jógvan við Keldu, Lisbeth L. Petersen, Marjus Dam, Jákup Sverri Kass og landsstýrismaðurin Finnbogi Arge, vóru ikki á fundi.


Til viðgerðar:

1. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-3/1998 frá Jóannes Eidesgaard til Helenu Dam á Neystabø viðv. sjúkraflutning við tyrlu komandi vetrarhálvu. Samtykt uttan atkvøðugreiðslu at fyrispurningurin skal svarast.


2. Løgtingsmál nr. 6/1998: Uppskot til løgtingslóg um setan av stjórnarskipanarnevnd.

Fundur niðurlagdur kl. 11.50 Fundur uppafturtikin kl. 13.30

Málið beint í rættarnevndina.

Formaðurin boðaði frá at næsti tingfundur verður lýstur í útvarpinum. Fundur lokin kl. 15.10.