Óræddir garpar

- Hevði eg havt 12 menn sum Livar, høvdu vit kunnað róð um Atlantshavið í 30 dagar, segði Leven Brown, skipari á Artemis á Sjómannadegnum. Ferðin hjá teimum fýra við Artemis tók smá 44 samdøgur

Hóast oysregn var stór mannfjøld á Stangabrúnni í Klaksvík leygardagin, tá ið Livar Nysted og teir komu rógvandi inn á vágna við Artemis. Livar sat við árarnar einsamallur henda dagin.
Teir løgdu at við ferjuleguna, og síðan varð báturin lyftur upp á ein vogn og koyrdur niðan til sløkkiliðsstøðina.
Løtu eftir vórðu teir tríggir Livar Nysted, Don Lennox og skiparin Leven Brown kallaðir upp á pallin, og stóra fjøldin heilsaði teimum við klappum.
Teir tosaðu ikki so nógv um sjálva ferðina. Livar tosaði um bátsfelagarnar, og skiparin tosaði um Livar.
Skiparin Leven Brown hevur krossað fleiri høv og sett onnur met, áðrenn teir fóru við Artemis tvørtur um Atlantshavið og settu nýtt met.
- Hann er havrógvari um ein háls, segði Livar.
Hin bátsfelagin, Don Lennox, sum vitjaði á Sjómannadegnum, er heldur ikki nakar vøttur. Livar greiddi frá, at Don hevur runnið marathon í 24 tímar út í eitt uttan at steðga á, og í næstum fer hann at renna úr New Yorj til San Fransisko.
- Haraftrat er hann ein rógvimaskina, segði Livar.
Hann varð spurdur um ta ferðina, hann varð skolaður fyri borð av Artemis. Ikki gjørdi hann nógv burtur úr tí. Skiparin sá brotið og helt sær fast, men tað gjørdi Livar ikki og reyk fyri borð. Men hann var í bjargingarvesti og hevði línu á sær.
- Eg fór bara einar fimm metrar frá bátinum og kom umborð aftur, segði Livar, sum eisini greiddi frá, hvussu høgar aldurnar vóru. Tá fingu teir ikki róð men fóru við nógvari ferð niður av aldunum.

Góð undirklæðir
Hann tosaði um føroysku undirklæðini, sum teir allir høvdu verið í. Tað byrjaði við, at hann segði Leven Brown frá serliga eginleikanum við føroysku undirklæðunum, og eina ferð hann vitjaði skiparan, hevði hann føroysk undirklæðir við at vísa teimum. Teir vóru áhugaðir, og Maria Klein var so beinasom at binda føroysk undirklæðir upp á allar fýra menninar.
Livar segði á Sjómannadegnum, at føroysku undirklæðini áttu lívið í teimum. Tokan og aldubrot gjørdu, at teir blivu ígjøgnum, og einki tornaði aftur. Hetta var á leiðini, har Titanic sakk. Har var ómetaliga kalt, og tí komu klæðini væl við.
Nevnast kann, at Leven Brown og Don Lennox vóru í føroysku undirklæðum Sjómannadagin.
Teir tríggir fingu handaðar føroyskar troyggjur frá Vimu, og teir fingu eisini gávur frá Klaksvíkar kommunu.