Røddin á Føroya Løgtingi- skal umboðast frá øllum økjum í landinum

Mín støða er greið: Nógv heldur val – enn eitt valdømi. Tí røddin á Føroya Løgtingi skal hava umboðan frá øllum Føroyum – eisini í framtíðini

Eitt, eftir míni meting, sera vánaligt uppskot, um Føroyar sum eitt valdømi er lagt fram.

Orsøkin skal vera, at alt skal gerast so nógv betri. Ein kann spyrja, hvør tað er, ið fær tað betri.. Verða tað tey økir, ið missa umboðan á Løgtingi, ið verða betri fyri? Ella tey í fáa økta umboðan?

Alt meira, ið verður tosað og kanna um hetta mál sæst, at tað eru stórir partar av Føroyum, ið fáa tað verri, við at teirra rættur til umboðan á Løgtingi verður skerdur. Tí eru 4 av 7 valøkjum ímóti hesum uppskoti.

Men tað kann majoriserast ígjøgnum við hjálp av andstøðuni – ið m.a. atkvøður fyri, fyri at skapa politiskar trupulleikar hjá samgonguni. Og tað hevur eydnast til fulnar. Tey veikaru økini gerast enn veikari við minni umboðan – tað verður fylgjan. Tað einasta hesi økir hava, ið fleiri førum, er umboðan og atkvøðan á Føroya Løgtingi. Og tað ávirkan tað gevur. Ein kann spyrja, um uppskotið um at gera Føroyar til eitt valdømi hevur til endamáls at køva hesi økir definitivt. Ein kann eisini hugsa, at útjaðarin fær størri umboðan. Tað meti eg ikki er heppi fyri miðøkið. Vallógin ídag tryggjar, at ein javnvág er í Fólkaræðinum. Ein javnvág, ið lætt kann avskeplast við tí uppskoti, ið nú er lagt fram.

 

Í samgonguskjalinum stendur púra greitt, at “vallógin skal endurskoðast”. Sjálvur meti eg at samgonguskjalið við hesum uppskotið er brotið. Og tað er júst tí, at samgongan í løtuni stendur á eini fles – júst sum Olsjana.

Sjálvur meti eg, at samgongan drekkur nógvan sjógv inn orsaka av hesum vanlukkuliga uppskoti. Spurningurin er um samgongan flýtur, eftir at viðgerðin av uppskotinumð er at enda

Eg trúgvi, at meginparturin av føroyingum eru ímóti uppskotinum, tá teir kenna avleiðingarnar av tí. Uppá sikt verða tað helst stór økir í landinum, ið ikki hava umboðan á Løgtingi.

Um Gallup setti spurningin: eru tygum fyri, at títt valdømi missir umboðan og ávirkan? So trúgvi eg, at meira enn 90 % høvdu svara nei.

Um miðøkið fekk spurningin: Eru tygum fyri, at tykkara umboðan skal styrkna, við at tey veikaru økini missa teirra umboðan? So meti eg eisini at meginparturin av miðstaðarfólkum høvdur takka nei til slíka broyting. Tí hon fólkaræðisliga er skeiv.

Eg haldi, at valskipanin við økisumboðan, ið vit kenna ídag er ein góð skipan. Hon tryggjar, at ein landspolitikkur verður førdur, ið ger, at alt landi kann gerast eitt kraftsentur. At alt landi verður útbygt.

Nógvir føroyingar eru ið ikki áhugaðir í, at fólkaræði verður skert við einari vallóg, ið onkur roynir at skrumbla ígjøgnum.

Alt fleiri serfrøðingar seta stórt spurnaðartekin við hví tað er so neyðugt við eini so stórari broyting í vallógini. Teir skilja als ikki, at hetta verður gjørt við einum illa fyrireikaðum uppskoti, beint undan einum vali. Onnur lond viðgera slíkar broytingar í kommisiónum í áravís, so ein veit hvat hendir um broytingar verða gjørdar. Men í Føroyum tykist vanlig og rímilig mannagongd á hesum øki ikki hava nakran áhuga. Á fundi í Miðlahúsinum varð uppskotið regulert pilka sundur, so at onki var eftir av tí.

Mín støða er greið: Nógv heldur val – enn eitt valdømi. Tí røddin á Føroya Løgtingi skal hava umboðan frá øllum økjum av Føroyum – eisini í framtíðini.