Ræðandi tilvild

Synd er at siga, at landsins leiðsla hevur stórvegis takføri á viðurskiftum okkara.
Stuttskygdar loysnir tróta ikki, og latenti ørskapurin í landsins fíggjarviðurskiftum stendur bara við og versnar.
Rúgvan av stórmálum, sum sakna eitt politiskt handalag bara veksur og veksur.
Beinleiðis láturlig og stak óbúgvin eru tunnilsmálini.
Leirvíkstunnilin varð syftur útaftur av tingi um dagarnar, og Hovstunnilin fekk somu lagnu, tá hann skuldi leggjast í alment partafelag.
Har var so lítið fantilsi á, at landstýrismaðurin tók málið aftur, aftan á at vit undir viðgerðini á tinig høvdu greitt honum frá ørskapinum.
Men stórstu og mest álvarsomu stórmálini verða nú umrødd í frágreiðing frá Landsgrannskoðanini, sum jú er óheft politiskt, men sera atfinnginarsom.
Í oktober kom ein frágreiðing um munin millum játtan og nýtslu fyri 2004.
Har vóru fleiri lemjandi atfinningar móti landsins leiðslu, men so eiðasørt tað rein við nakrastaðni.
Tað er ein farin tíð, at landsstýrismenn skulu ansað eftir at halda játtanir sínar.
Um dagarnar kom onnur frágreiðing, og hon er um einskiljingar.
Blaðið Vinnuvitan hevði ein úrdrátt úr hesum skjali í farnu viku, og tað var ikki hissini lestur.
Í hesi frágreiðing verður landsins stýrið latið úr hvørjum klodda í einskiljingarmálunum.
Og kortini valdar tøgn á tingi, og tað er at undrast yvir.
Men tøgn valdar um so mong onnur mál.
Fyri hálvum ári síðan stóð løgmaður okkara á odda fyri einari ólógligari sáttmálagerð mótvegis útlandinum, tá hann royndi prógvað okkurt frambrotið har.
Hann dumpaði við einum braki, tá hann breyt stýrisskipanarlógina.
Annað stórmálið mógvegis útlandinum er Hoyvíkssáttmálin, sum hevur ligið og ræsað á tingi nú í fimm mánaðir.
Men neyvan nøkur stjórn hevur nakrantíð fingið ein so skarpan gang frá sínum egna eftirliti, sum okkara landsstýri nú hevur fingið frá Landsgrannskoðanini.
Landsgrannskoðanin er ma. komin eftir,
- at landsstýrið hevur hvørki orku ella førleika til at loysa einskiljingartilgongdina,
- at eingin játtan er til keyp av serkønari hjálp,
- at yvirskipaðar mannagongdir væntað,
- at eingin rágevaratænasta er boðin út,
- at landsstýrið lat fíggjarlógaruppskotið frá sær uttan at søkja um játtan til einskiljingarnar,
- at landsstýrið fekk 1 mió.kr. til endamálið sum kostaði 15 mió.kr.,
- oam.

Í fleiri førum tykist tað, sum um Landsstýrið og og einskiljingarnevndin ikki rættiliga hava vitað, hvat fyrifórst í fyritøkunum, sum skulu einskiljast, og hava tí ikki havt neyðugu vitanina at kunna um gongd og støðu í málunum, verður tikið til.
Meðan milliardir standa upp á spæl, stríðast samgongumenn fyri opnum tjaldi um, hvønn veg teir skulu venda sær sjálvum í hesum stóru málum.
Teir eru nú farnir at hoyggja runt við Atlantsflog, og skjótt koma aðrar fyritøkur undir raggaða knívin hjá teimum.
Úttalilsi teirra eru líka so barnslig og hjálparleys, sum øll viðgerðin aftanfyri.
Arvasilvurið verður søplað higar og hagar, og skattaborgarin situr sum Kánus.
Staðfest er enn eina ferð, at vit hava eitt stýrið, sum ikki sær fram um sína egnu nøs.
Tilvildin ræður, og eingin kós er sett fyri dagin í morgin.
Og alt fleiri føroyingar eru farnir at spyrja hvønnannan, hvat tað er, sum veruliga hendir her í hesum landi fyri tíðina.