FÓLKASKÚLIN
Nógvir næmingar við serligum tørvi, antin teir eru menningartarnaðir, rørslutarnaðir ella hava eitthvørt annað brek ella tørv sum ger, at teimum tørvar serligan stuðul í skúlanum, fáa ongan ella lítlan og ongan stuðul í hesum skúlaárinum. Í ár hevur Sernámsdepilin vegna allar skúlarnar í Føroyum søkt Mentamálastýrið um gott og væl 2500 tímar. Tá ið avtornaði fekk Sernámsdepilin slakar 1200 tímar at luta út og hetta er nøkulunda sama tal sum í fjør. Í viðtali í summar segði Hans Eli Dahl, virkandi stjóri á Sernámsdeplinum, at allar umsóknirnar um tímar til serligan tørv vóru væl grundaðar og rímiligar, men stovnurin varð noyddur at lúka burturúr.
- Eingin skúli hevur fingið tað sum søkt er um. Onkur skúli hevur bara fingið ein triðing, segði hann.
Ein skúli, sum hevur fingið væl minni, enn søkt varð um, er størsti skúlin í landinum, Eysturskúlin. Talið á tímum til serligan tørv er nøkulunda tað sama sum seinasta skúlaár, men í ár eru nógv fleiri næmingar á skúlanum - ein heilur flokkur afturat í mun til seinasta skúlaár. Skúlin søkti um 121 tímar, men fekk bara 38. At næmingar, sum hava serligan tørv á stuðli og hjálp í undirvísingini, onga fáa, ger uppgávuna hjá lærarunum ógvuliga trupla - fyri ikki at siga ómøguliga.
- Nýggja fólkaskúlalógin leggur upp til nógv ymiskt, sum krevur nógv av hvørjum næmingi sær. Men sum lærari ber ikki til at lúka tey krøv, sum lógin ásetur, tá ið tveir-tríggir næmingar við serligum tørvi eru í flokkinum og onga hjálp fáa. Hesir næmingarnir krevja veruliga, at ein lærari situr hjá teimum stóran part av tíðini og hjálpir teimum.
Neyðarróp
Eysturskúlin hevur saman við foreldrum at børnum við serligum tørvi roynt at tosa við avvarðandi myndugleikar, tað vil siga Sernámsdepilin og Mentamálastýrið, fyri at fáa fleiri tímar játtaðar til hesi børnini, sum hava eins góðan rætt til eina góða skúlagongd eins og øll onnur. Svarið tey hava fingið er, at eingir pengar eru til taks til endamálið.
- Tá ið støðan er soleiðis, ber ikki til sum lærari at geva næmingunum ta undirvísing, teir hava krav á, hvørki teim sterku ella teim veiku næmingunum. Eg leggi ógvuliga stóran dent á, at næmingarnir sosialt hava tað gott við hvønn annan og saman. Men at føla, at man sum lærari annars ikki megnar at geva øllum í flokkinum tað tey eiga at fáa fakliga, er sera svárt. Hetta er hart, tí eg síggi í eygunum á hvørjum næmingi, ikki minst teim veiku, eitt neyðarróp um hjálp. Sum nýmótans lærari havi eg ein brennandi hug at geva alt eg orki, avbjóðingarnar eru nógvar og spennandi, og teir flestu næmingarnir vilja sjálvandi alla tíðina frameftir. Veiku næmingarnir hava akkurát líka góðan rætt til skúlagongd sum onnur. Teir skulu ikki gerast til syndabukkar, tí myndugleikarnir ikki geva skúlunum nóg góðar umstøður at virka, sigur Paulina Poulsen.
Paulina Poulsen setur spurnartekin við, um skúlin er fyri øll, tá ið hann frá myndugleikunum ikki fær neyðugu orkuna til at veita øllum næmingum eina líkinda skúlagongd.
- Sosialt hevur tað ógvuliga stóran týdning, at næmingar við breki ganga í fólkaskúlanum. Tað er í grundini gott fyri øll. Men hvørki fysisku karmarnir, tilfar ella orka sum heild eru til staðar. Tað, sum undrar ikki sørt er, at nógvir næmingar, sum hava serligan tørv, fáa góðan stuðul aftaná skúlatíð. Hendan stuðulin veitir Almannastovan.
- Tað sigur seg sjálvt, at hesum næmingum eisini tørvar stuðul í skúlanum, tí tá eru teir saman við nógvum øðrum børnum, og skulu virka í skúlahøpi, sigur Paulina Poulsen.
Tað eru tvey ár síðani Paulina Poulsen byrjaði sum lærari á Eysturskúlanum.
- Tað er einki annað eg heldur vil enn arbeiða sum lærari. Lærarayrkið er mítt lívsstarv. Eru umstøðurnar góðar, er lærarastarvið tað besta starvið sum er til. Tað er eitt lívsjáttandi og gevandi starv at undirvísa og hava við børn at gera. Men sum umstøðurnar eru nú, føli eg bara vónloysi. Tað er nógv minni hugaligt at vera lærari nú, ráðaloysið millum lærarar er stórt og tú sært tað allastaðni. Og at skúlaleiðslur og lærarar ikki í nógv størri mun gera vart við vánaligu støðuna í fólkaskúlanum í dag, ger ráðaloysið millum lærarar størri, sigur Paulina Poulsen, sum umhugsar um hon skal leita sær eftir einum øðrum arbeiði.