Sunnukvøldið komandi er HM-kappingin av, og tá fæst so eisini at vita, hvør verður vinnari í HM-tippinginini, sum Sosialurin og Formula.fo hava skipað fyri.
Her hevur Róaldur Jacobsen lagt seg hampuliga trygt á odda undan seinasta umfarinum. Í hálvfinalunum vann Róaldur sær 10 av 12 møguligum stigum, og á tann hátt skapti hann sær veruliga eitt hol niður til næstu kappingarneytarnar.
Støðan undan finaluni og bronsudystinum í HM-tippingini er nú hendan:
Nr Navn Stig
1 Róaldur Jacobsen 48
2 Regin Sivertsen 44
3 Magnus Simonsen 42
3 Áki Andreasen 42
5 Ragnar Háskor 41
6 Rúni Mortensen 40
6 John Michal Petersen 40
6 Jákup Ósá 40
9 Rógvi Højgaard 38
10 Debes Danielsen 37
10 Áki Johansen 37