- Eg var vísur í, at hann fór inn. Soleiðis sigur Róaldur Jakobsen um 3-2 sigursmálið, sum teir níggju B36-leikararnir fingu ímóti 11 HB-leikarum í seinnu hálvfinaluni í kappingini um løgmanssteypið, sum B36 vann 3-2, og harvið samanlagt 4-3. Róaldur Jakobsen skoraði til 2-2 uppá beinleiðis fríspark, og til 3-2 heilt ímóti dystarenda.
Róaldur Jakobsen greiðir frá, at hann hevði væntað, at fóru at verða Gestur B. Dam og Gilli Samuelsen, sum fór at bjarga B36, og ikki hann.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi beinleiðis á Rás2 við Róald Jakobsen beint aftaná minniliga hálvfinalusigurin. Fremst í ljóðbrotinum hoyrist frásøgnin hjá hjá Tróndi Arge av teimum báðum málunum hjá Róaldi Jakobsen.