Úr 14 tímum niður í hálvan fimta tíma

Fiskivinna

Umborð á teimum skipum, sum hava tvær kryvjimaskinur, kryvja hesar allan fiskin og umborð á onkrum skipum, har menninir áður kundu standa og kryvja í einar 14 tímar, klára maskinurnar nú at kryvja allan fiskin í einar 4-5 tímar.
Maskinurnar spara tí manningini nógva tíð - og nógv stríð, serliga tá ið hálini eru stór.
Kryvjimaskinurnar gera eisini, at fiskurin ikki liggur kroystur í pavnunum, men so gott sum verður kruvdur undan og kemur tískil skjótari í ís.