Quo vadis Føroya fólk ?

Verður lagna Føroya fólks avgjørd av loysingarhugaðum intellektuellum kommunistiskt reflekterandi chefideologum og citatpapageykum ella av pragmatiskum SMS-blað lesarum?

Fyri umleið fimm árum síðani fingu vit eitt loysingarlandsstýri, við loysingarflokkinum sum tann veruligi maktfaktorurin, takkað veri tendentiøsari og anti danskari loysingarútlegging av okkara búskaparligu trupulleikum í 80-árunum. Rabiata loysingarhugsjónin var tá sum nú eitt fjølmiðlafyribrigdi um eina politiska fiktión, ið byggir á ein foreldaðan nalvaskoðandi nationalromantik og eitt ólogiskt og erkvisið danakomplex, umboðandi tey sokallaðu frælsislyftini hjá teimum "intellektuellu" kommunistiskt reflekterandi chefideologunum og teirra citatpapageykum.
At talan var um eina fiktiónin, kom longu til sjóndar tá sjálvútnevndi loysingarmálaráðharrin við síni selektivu hvítubók møtti politiska veruleikan-um, og bæði svunnu sum døgg fyri sól. Síðani tá hevur ongin sæð ella spurt eftir teimum. Lagnan er mest tann sama hjá landsstýrisfólkunum fyri loysingarflokkin. Tey eru fremmandagjørd fyri vanligari demokratiskari siðvenju og vera tessvegna skift úr sessinum, so hvørt tey møta politiska veruleikanum. Aktuelt stendur ein teirra ákærdur fyri so álvarsligar hóttanir móti sínum egnu, at sjálvur løgmaður er skrivliga biðin um at vera verji, og "Skarpur verður hildarleikur, tá Norðmenn mót norskum stríða", kvøður Sjóvarbóndin!

Vejrgudernes og strejkernes tumleplads
William Heinesen segði, at Fæeøerne er vejrgudernes tumleplads, men samanborið við onnur europæisk lond so eru vit eisini "strejkernes tumleplads" nummar eitt, langt langt frammanfyri øll hini londini (Útvarp Føroya, Sostatt, 14/5-03). Henda ivasama heiður kunnu vit í stóran mun takka loysingarflokkinum fyri, sum við teirra loysingarævintýri hava fyrigyglað fólki, at trøðini fóru at vaksa inn í himmalin, um danir fingu fótin og teir sluppu framat. Atferðin hjá samgongu politikarunum hevur eisini í fyrstu atløgu styrkt Palleba í trúnni um at so er.
Tí hóast fýra milliarda skuldina, minkaðan blokk og uttan at hava funnið olju so hildu politikararnir seg ikki aftur. Umframt at geva sær sjálvum stórstu lønarhækkan í mans minni, so nørdu teir uttan fyrilit um almennu fyrisitingina og gingu har á odda við at geva høga løn, stutta arbeiðstíð, langa feriu og frynsaágóðar annars, nakað sum vinnulívið als ikki kann kappast við.
Stuðulsfría vinnulívið má svara hvørjum sítt, og kann ikki trekkja uppá almennu skattakrónurnar, og senda rokningina víðari til Palliba, eins og tað almenna ger.
Tað kann tí valla undra nakran, at ábyrgdarar fyri arbeiðarafjøldina kring landið nú eisini vilja hava teirra bita av køkuni. Trupulleikin er bert tann, at almenna fyrisitingin longu hevur etið næstan alla køkuna upp, og sambært búskaparfrøðinginum, Magna Laksáfoss, noyðist sitandi loysingarlandsstýrið longu um tvey ár at taka lán fyri at svara hvørjum sítt. (Sosialurin 16/5-03). Hetta er óhoyrt nú beint eftir fleiri ár við rokfiskiskapi, høgum prísum, arbeiði til allar hendur og framhaldandi 600 mill krónur í blokkstuðli árliga.

The Land of Maybe
Enski herðmaðurin, Sydney Norgate, hevði helst meiri rætt enn hann gáaði um, tá hansara bóklingur um Føroyar: "KANSKA or The Land of Maybe" kom út í 1943 (HNJ). Hjá honum var tað serliga grundað á veðrið, men í fimm ár við rabiatu loysingarhugsjónini, eru Føroyar rættiliga komnar í fokus sum "The Land of Maybe", við afturvendandi drúgvum aðalverkføllum v.m.
Henda vanstýringin av landinum er drepandi fyri vinnulívið bæði á sjógvi og landi, eins og tað er fyri álitið á Føroyar sum heild, ikki minst sum ferðamannaland. Samanumtikið er hetta helst stórsta hóttanin móti okkara vælferð, tí vælferð byggir á trygg og rúmsátt búskaparviðurskifti og ikki á "prøv lykken" loysingarromantik við hartilhoyrandi ótryggleika.
At langt er millum teori og praksis, sóu vit, tá sitandi loysingarsamgonga fíggjarliga valdi at spenna bein fyri flaggskip okkara, Norrønu, tá hon sum hotelskip skuldi servicera í sambandi við altjóða fiskivinnustevnuna í Runavík. Í tí sambandi søkti Norrøna um skonkiloyvi, sum um okkara leiðir er ein sjálvgivin og neyðugur partur av altjóða hotelrakstri. Skonkiloyvið varð noktað teimum, grundað misskilt religiøst erkvisni og maktgirnd í loysingarsamgonguni. Vorðið sum frælsishugsjón við sjálvbjargni sum stavnamerki!

Blokkurin út og hvat so
Tey yngru vælútbúnu, sum søkja sær samleika í loysingarflokkinum, og kundu hugsast at havt potentiali til at stuðla undir eina endurnýggjan og fjøltáttan av vinnulivinum, eru mest ikki at finna í privata vinnulívinum. Tey halda seg til tann almenna sektorin, har blokkstuðulin enn ger teirra mánaðarligu lønarflyting váðaleysa, í mun til hvat eitt váðafýsi vinnulív kann bjóða teimum. Hetta er í sjálvum sær eitt paradox, tí júst okkara stuðulsfría vinnulív stendur fyri nýhugsan við frælsishugsjónum, áræði og sjálvbjargni í fremstu røð. Tað er tí trupult at taka teirra rabiata loysingartos um fjøltáttan av vinnulívinum fyri annað enn fjákalótir, tí sambært nýggu útflutningshagtølunum eru vit í dag meira tengd at fiski enn nakrantíð (98%).
Nýggjar alternativar vinnur krevja nevniliga váðafúsan kapital, sum vit ikki hava, og tí var tað sera óumhugsið - í nationalromantiskum rúsi - árliga at senda 366 mill. krónur aftur til Danmarkar, uttan fyrst at menna okkara vinnulív og betra okkara kappingarevni, fyri síðani at hyggja eftir blokkinum og minkað/lagað hann eftir tørvi. Men longu eftir fyrsta niðurskurð av blokkinum fekk loysingarsamgongan kaldar føtur, og fór í skundi til Danmarkar fyri at fáa fastfryst restina av blokkinum valskeiðið út - just in case!!!
Tað eru enn ongi tekin í sól og mánað um, at reyðu chefideologarnir megna at byggja nakað land, heldur enn fordums reyðu friðargongurnar niðan í Mjørkadal gjørdu tað. Hetta seinasta hevur sjálvt skemtarin Esmar Eysturoy nú eisini funnið útav - umenn ein mansaldur ov seint (Fregnir nr.14, 2003).
Politikara ómegn í búskaparfrøði
Búskaparfrøðingurin og stjórin á Hagstovu Føroya sáðar í einum fyrilestri iva um búskaparførleikan hjá føroyskum politikarum. Í teirra búskaparfrøðis ómegn vilja politikarar til ein og hvørja tíð brúka hvørt alment oyra, sum teir ráða yvir, og tí skal blokkstuðulin burtur, so vit ikki aftur koma okkum út í búskaparligt óføri, sigur hann.
Nú var tað helst ikki av tilvild, at fyrilesturin varð hildin júst fyri loysingarflokkinum og kanska eisini sum eitt vælmeint hint um, at politiskar fiktiónir gera minni skaða í fjølmiðlaregi enn í landsstýrisregi. Tí hvussu kunnu vit umsita eina møguliga oljuvinnu, um vit ikki klára at umsita ein neyðars blokk uppá 600 mill. krónur uttan at misbrúka hann?

Føroyskar - danskar relatiónir
Í føroyskum / donskum relatiónum er tendensurin, at føroyskt verður umtalaðað positivt og danskt negativt. Hetta er ikki minst galdandi í okkara almennu fjølmiðlum, og serliga eftir at tann sokallaða loysingarprocessin fór í gongd.
Í Føroyum er gamalt at tosa um, at kenna hitan frá hondum sum sleptu, men nær hevur nakar hoyrt hetta nevnt, tá grýtuklárar yvirtøkur ella gávu-substitutiónir frá Danmark skifta hendur? Handan yvirtøkurnar liggur aloftast danskt fíggjaður búskaparligur sum mentanarligur førleiki.
Samanbera vit okkum við onnur smá oyggjalond - eitt nú grannan Hetland - har eingilsmenn ráða, so eru vit sloppin sera væl við framhaldandi at hava okkara egna mál og mentan umframt hópin rúmsáttari livikor og valmøguleikar enn teir, takkað veri ríkisfelagskapinum við Danmark. Reelt kunnu vit yvirtaka/loysa og føroyskra alt tað, sum føroyski fólkaviljin ynskir. Eitt minstakrav átti tí at verið, at vit fyrihildu okkum objektivt í føroyskum / donskum samskifti, sjálvt um objektivi-tetur enn er eitt fremmandaorð í føroyskum. Serliga okkara ungdómur hevur krav uppá reelt innlit og ikki tendentiøsa útlegging í hesum sambandi.
Annars tykist tað, sum um ein mentanarsamanrenning er á veg millum danskt og føroyskt, endurspeglað í tí setanarpolitikki sum bæði Listasavn Føroya og Føroya Fornminnisavn standa fyri. Her verður føroyskur førleiki latin á danskar hendur at umsita, enntá á økjum sum hava sera stóran týdning fyri okkara samleika sum fólk, bæði í søgu, nútíð og framtíð.
Um loysingarflokkurin hevur skotið seg sjálvan í beinið, ella um hetta er ein trend, sum vit koma at síggja meiri til, er ilt at siga, men hetta brýtur við verandi nationalromantisku isolationismuna, sum annars hevur verið tað berandi í populistiska loysingarpolitikkinum.

Quo vadis Føroya fólk
Svarið uppá spurningurin, quo vadis Føroya fólk - hvagar gongur tú - er avgerandi fyri okkara lagnu sum fólk.Verandi ultimativi meirlutin í loysingarsamgonguni fær sítt svar úr erva eins og spurningurin, quo vadis, í forum eisini fekk sítt svar úr erva. Tað kann virka eitt sindur ørkymlandi uppá vanliga nútíðarmenniskja, at samgongan bókstaviliga stendur til trúgvandi bæði so og so.
Sambært skemtaranum í Fregnir so vísir ein kanning, at munur er á fólki og hvørja politiska leið tey ynskja at ganga. Tann rabiati loysingarpolitikkurin fær undirtøku frá teimum sokallaðu intellektuellu, meðan hini, sum ikki taka undir við hesum, hoyra mest til tey pragmatisku sum lesa SMS-blaðið. Annars vísir ein gallupkanning hjá Útvarpi Føroya, at samgongan hevði mist sín meirlut, um val var nú.
Kanska er tað við at ganga upp fyri Føroya fólki, at eitt virðiligt lívsfrælsi fyri øll her í Føroyum verður ikki tryggja við populistiskum loysingarmodellum og religiøsum erkvisni í lyklastøðu, men við realpolitikki og búskaparligum atliti.
Globaliseringin ger, at alt fleiri lond fara uppí ES, ið eisini er okkara stórsti marknaður. Sjálvt okkara smáu kommunur síggja nú eisini fyrimun ella tað neyðuga í størri eindum. Vit eiga tí sum tjóð, eisini at tora at síggja veruleikan í eyguni og ikki nationalromantiskt fara fram eftir fummum sum higartil.