Eftir ætlan kemur nýggja útgávan, har Mercury er við, út til jóla, og heitið verður hóskandi Forever.
Talan er um sangir frá áttatiárunum.
Eins og við síðstu útgávuni hjá Michael Jackson, Xscape, so hevur verið leitað í goymslunum eftir nýggjum tilfari. Og poppkongurin verður eisini við á Forever, har hann og Mercury syngja duett. Í 1982 sungu Jackson og Mercury 3 sangir inn saman, og var hetta stutt innan útgávuna Thriller hjá Jackson.
Hetta er onnur útgávan við røddini hjá Freddie Mercury, eftir deyða hansara í 1991. Fyrra útgávan var Made In Heaven, ið kom út í 1995.