Tað verður »pínufult« fyri USA, sigur Putin um útvísingina av amerikanskum sendifólkum eftir nýggj revsitiltøk.
Tað upplýsir russiski forsetin, Vladimir Putin, sambært russisku almennu tíðindastovuni Tass.
Hópútvísingarnar verða framdar eftir at USA hevur samtykt nýggj revsitiltøk ímóti Ruslandi.
Putin sigur, at USA fer at merkja síðsta stigið frá russiskari síður.
– Tað svíður, um diplomatiska endamálið ikki kann røkjast, sigur russiski forsetin í eini samrøðu við statsligur sjónvarpsstøðina VGTRK.
– Út av fleiri enn túsund starvsfólkum, sendifólkum og tekniskum starvsfólkum, sum hava verið ella framvegis arbeiða í Ruslandi, verða 755 noydd at steðga sínum arbeiði og fara av landinum, sigur hann.
– Tað er pínufult, endurtekur Putin sambært Tass í sjónvarpssamrøðuni.
Hann leggur afturat, at Rusland kann velja at taka enn fleiri stig ímóti USA, men vil ikki gera tað »fyri ikki at skaða aljtóða sambondini«.
Nýggju tiltøkini hjá USA mótvegis Ruslandi vórðu samtykt við stórum meiriluta í amerkonsku kongressini fyrr í vikuni.
Russisku myndugleikarnir vóru skjótir og kunngjørdu, at teir fóru at svara aftur upp á tiltøkini.
Fríggjadin kunngjørdi russiska uttanríkisráðið at USA má minka um talið av starvsfólkum á sendistovuni og konsulátunum í Ruslandi til 455.
Tað svarar til talið av russiskum sendifólkum, sum eru eftir í USA eftira t Barack Obama vísti 35 russiskum sendifólkum av landinum í desember.
Tað hendi vegna nógvu umtaluna um møguliga hacking upp undir amerikanska forsetavalið.
Forsetin í USA, Donald Trump, fer at undirskriva lógina um nýggju russisku revsitiltøkini, segði talskvinna hansara, Sarah Huckabee Sanders í gjár.
Stjórnin hjá Trump hevur verið ivingarsom um tiltøkini, tí forsetin ynskir at bloyta viðurskiftini við Russland. Tí var tað í fyrstu syftu ivasamt, um hann fór at skriva undir lógina.
Umframt Russland verður eisini Iran og Norðurkora rakt av nýggju revsitiltøkunum.
USA hevur frammanundan sett fleiri tiltøk í verk ímóti Russlandi vegna russku konfliktina við Ukraine.
/ritzau/