Putin: - Tit hótta okkum við týskum stríðsvognum

Í einari røðu í dag fanst russiski forsetin eitt nú at Týsklandi og avgerðini um at senda stríðsvognar til Ukraina.

Russiski forsetin, Vladimir Putin, helt seinnapartin í dag eina røðu í Volgograd í samband 80-áradagin fyri slagnum um Stalingrad.

 

Sambært tíðindastovuni Tass, sum Reuters endurgevur, samanbar forsetin støðuna fyri áttati árum síðan við stríðið við Ukraina og vesturheimin í dag.

 

Í røðu síni fanst hann eitt nú at Týsklandi og avgerðini um at senda stríðsvognar til Ukraina.

 

- Tit hótta okkum við týskum Leopard-stríðsvognum, segði Vladimir Putin sambært Reuters.

 

Forsetin segði, at Russland sendir meira enn bara stríðsvognar, og hann segði seg vera fullvísan  í einum sigri í Ukraina.

 

##med2##