Putin skal upp at flúgva við bumbuflogfari

Hetta er eitt sonevnt supersoniskt flogfar, sum merkir, at tað kann flúgva skjótari, enn ljóðið ferðast. Flogfarið kann eisini bera kjarnorkuvápn.

Í dag skal russiski forsetin, Vladimir Putin, á flog í einum strategiskum russiskum bumbuflogfari.

 

Tað siga myndugleikarnir í Russlandi, og tað er talsmaðurin hjá Kreml, Dmitrij Peskov, sum er kelda hjá russisku tíðindastovuni, Ria.

 

Myndugleikarnir í Russlandi siga, at forsetin skal flúgva við einum nútímans, Tu-160M-bumbuflogfari.

 

Sagt verður, at hetta er eitt sonevnt supersoniskt flogfar, sum merkir, at tað kann flúgva skjótari, enn ljóðið ferðast.

 

Flogfarið kann eisini bera kjarnorkuvápn.

 

- Flogferðin hjá Vladimir Putin fer at vara í umleið 40 minuttir, sigur Kreml-talsmaðurin, Dmitrij Peskov, við ávísina, Ria.