Russiski forsætisráðharrin, Vladimir Putin, ætlar at savna fyrrverandi sovjetlýðveldi í eina Evroasiska Samgongu. Tað skrivar hann í einari blaðgrein, sum snýr seg um russiskan uttanríkispolitikk í komandi árum.
Putin skrivar, at ætlan hansara byggir á tollsamgonguna millum Russland, Hvítarussland og Kasakhstan, sum frá 2012 fer at beina burtur allar handilsforðingar millum londini, samstundis sum arbeiðsmegi sleppur at ferðast frítt millum londini.
Vladimir Putin kunngjørdi herfyri, at hann fer at stilla upp til russiska forsetavalið næsta ár. Putin var russiskur forseti frá 2000 til 2008, men kundi ikki stilla uppaftur tá, tí lógin sigur, at ein forseti kann ikki sita meiri enn tvey valskeið á rað. Síðani 2008 hevur Putin verið forsætisráðharri, men tað er eingin ivi um, at hann fer at vinna forsetavalið næsta ár. Samstundis bendir alt á, at verandi forsetin, Dmitrij Medvedev, tekur við sum forsætisráðharri tá.