Í síðstu viku kunngjørdi russiski forsetin, Vladimir Putin, at hann ætlar sær at savna valdið í landinum. Eitt nú skal hann sjálvur tilnevna guvernørarnar í teimum einstøku landspørtunum, valskipanin skal broytast, og forsetin skal hava betri eftirlit við fjølmiðlunum. Endamálið er at styrkja Russland í bardaganum ímóti altjóða yvirgangi.
Men nógvir russar ivast í, at yvirgangurin er tann veruliga orsøkin, og teir leggja Putin undir at útvega sær sjálvum alt valdið og at seta demokratiið til viks.
Tey, sum mótmæla forsetanum, fáa nú stuðul frá tveimum kendum fyrrverandi russiskum politikarum. Mikhail Gorbatjov, sum var tann seinasti forsetin í Sovjetsamveldinum, og sum legði lunnar undir eitt demokratiskt Russland, sigur við blaðið Moskovskie Novosti, at ætlanin hjá Putin er eitt afturstig fyri demokratiið.
-Skalt tú berjast ímóti korrupsjón, mást tú hava eitt frælst tjóðarting og frælsar fjølmiðlar, men tað er tað øvugta, sum nú hendir, sigur Gorbatjov.
Undanmaður Putins í russiska forsetaembætinum, Boris Jeltsin, er samdur við Gorbatjov.
-Skerja vit tey demokratisku rættindini, er tað yvirgangurin, sum hevur vunnið. Bara eitt demokratiskt samfelag skal berja yvirgangin niður, sigur Jeltsin við Moskovskie Novosti.
Ein kendur russiskur viðmerkjari, Aleksandr Golts, segði við útvarpið Ekho Moskvy sunnudagin, at Putin nýtir gíslatøkuna í Beslan sum eitt høvi til at beina fyri teimum seinastu leivdunum av demokratiinum, sum russar fingu, tá Jeltsin var forseti. Ístaðin fyri at søkja at yvirgangsmonnunum, søkir hann at demokratiinum, segði Golts.