Talsmaðurin hjá russiska forsetanum, Dmitry Peskov, sigur, at Vladimir Putin og turkiski forsetin, Recep Tayyip Erdogan, fara at hittast til fundar hósdagin.
Reuters veit at siga, at fundurin verður í høvuðsstaðnum í Kasakhstan, Astana.
Við ríkisriknu tíðindastovuna, Ria Novosi, sigur Dmitry Peskov, at forsetarnir fara at umrøða Ukraina og sínámillum samband.
Talsmaðurin hjá Vladimir Putin sigur, at fundurin verður hósdagin, men tíðindastovan AFP vil vera við, at fundurin verður longu í morgun, mikudagin.
Tað sermerkta er kanska, at Turkaland er limur í Nato, har fleiri limalond hava veitt Ukraina hernaðarliga hjálp í krígnum móti Russlandi.










