Russiski forsetin, Vladimir Putin, talar við stórum orðum um eitt hypotetiskt stríð millum russiskar herdeildir og Nato-deildir.
Uttanríkisráðið í Russlandi hevur lagt úttalilsini út á sín Telegram-vanga.
Í einari samrøðu við journalist hjá tíðindastovuni RIA Novosti varð Putin spurdur, um hann væntar, at Nato fer at senda herdeildir inn í Ukraina.
- At senda herdeildir í beinleiðis stríð við russiska herin er eitt ógvuliga vandamikið stig at taka - eitt stig, sum kann føra til eina vanlukku.
Vladimir Putin segið seg vóna, at tey, sum snakka um slíkt, eru nóg skilagóð til ikki at fremja hesar ætlanir í verki.
Sambært Dagbladet er einki, sum bendir á, at Nato ynskir at senda herdeildir inn í Ukraina. Hinvegin er tað viljin hjá Nato at stuðla Ukraina materielt.
Í samrøðuni við journalistin hjá RIA Novosti úttalaði Putin seg eisini um landsins vilja til samráðingar við Ukraina.
- Vit eru opin fyri samráðingum, men so skjótt, sum okkara heredeildir tóku seg aftur úr Kyiv, gjørdust ukrainsku myndugleikarnir ikki áhugaðir fyri samráðingum,
Vladimir Putin segði, at um ukrainar nakrantíð verða klárir til samráðingar aftur, ynskir Russland teimum vælkomnum.
Russland leyp á Ukraina hin 24. februar og royndi tíðliga í krígnum at taka høvuðsstaðin Kyiv, men hetta miseydnaðist.
Vit kunnu skoyta uppí, at fyrrverandi bretski forsætisráðharrin, Boris Johnson, sum var á vitjan í Kyiv, meðan kríggið herjaði, tók nakað soleiðis til:
- Hvussu kanst tú samráðast við eina krokudillu, sum hevur annað beinið á tær í kjaftinum á sær?
##med2##