Putin fer ikki á G20-toppfund av ótta fyri handtøku

Vladimir Putin fer ikki til Brasil á G20-toppfundin í november. Tað fer at "órógva" arbeiðið, sigur hann.

Putin sigur á tíðindafundi í Moskva, at hann kemur ikki á G20-toppfundin í Brasil. - Mynd: Vjacheslav Prokofjev

Russiski forsetin, Vladimir Putin, luttekur ikki á G20-toppfundinum 18. og 19. november í Brasil.

Tað sigur hann á tíðindafundi við fjølmiðlar úr BRIKS-londunum.

- Eg havi eitt sera gott og vinarligt samband við forsetan í Brasil, Lula. Men hví skuldi eg farið hagar? Tað fer bara at órógva vanliga samstarvsarbeiðið, sigur Putin.

G20 er eitt samstarv millum heimsins 19 størstu búskapir og ES.

Trupulleikin hjá Putin er, at altjóða revsirætturin, ICC, hevur givið handtøkuboð eftir Putin.

Brasil hevur skyldu at handtaka hann, um hann kemur á toppfundin í Rio de Janeiro, tí Brasil er partur av ICC.

Tað var í mars 2023, at ICC ákærdi Putin fyri krígsbrotsverk.

Undir krígnum í Ukraina var Putin sekur í at hava burturflutt ukrainsk børn til Russlands, stendur í ákæruritinum.

Tí hevur ICC eisini útskrivað altjóða handtøkuboð upp á Putin.

Hetta merkir, at øll lond, sum hava skrivað undir ICC, skulu handtaka Putin, um hann stígur á teirra jørð.

Putin sigur á tíðindafundinum, at um tað var endaligt, so kundu Russland og Brasil gjørt eina tvílandaavtalu, sum setir til viks handtøkuáheitanina á toppfundinum.

- Slíkar avgerðir eru sera lættar at taka. Ein avtala millum stjórnirnar er nóg mikið, og tað er tað, sigur hann.

Russland hevur ikki undirskrivað ICC og hevur avvíst harðliga ákærunum hjá dómstólinum.

- ICC hevur ikki alheimsligan týdning, sigur Putin sambært Tass.

- Tað er ein av altjóða felagsskapunum, hvørs rættardømi Russland ikki viðurkennir. Tað eru nógv onnur lond, sum heldur ikki gera tað. Eg haldi ikki, at USA viðurkennir ICC. Kina viðurkennir tað heldur ikki. Sama er galdandi fyri Turkaland.

 

Ritzau/Reuters

 

Putin sigur á tíðindafundi í Moskva, at hann kemur ikki á G20-toppfundin í Brasil. - Mynd: Vjacheslav Prokofjev