Putin fekk 69 prosent

   

Vladimir Putin vann sum væntað russiska forsetavalið, men USA fýlist á valstríðið.
Russiski forsetin eitur framvegis Vladimir Putin. Á valinum sunnudagin fekk hann 69 prosent av atkvøðunum, og tað var á leið tað, sum veljarakanningarnar søgdu undan valinum.
Tá úrslitið var greitt, segði Putin, at hann fer at virtka fyri framhaldandi búskaparframgongd í Russlandi, og eygleiðarar í Moskva er á einum máli um, at tað var júst tann búskaparligi framburðurin, sum fekk russar at velja Putin til forseta eitt valskeið afturat.
Amerikanska stjórnin er ikki serliga hugtikin av russiska forsetavalinum. Colin Powell, uttanríkisráðharri, segði sunnukvøldið við sjónvarpið Fox News, at russiska demokratiið kann ikki fáa altjóða viðurkenning, fyrr enn øll valevni hava somu atgongd til fjølmiðlarnar. Tað sama segði trygdarpolitiski ráðgevin, Condollezza Rice, við CNN.
Men kanska er ein broyting á veg í Russlandi í so máta. Sunnukvøldið segði Putin á einum tíðindafundi, at hann fer at virka fyri, at Russland fær fjølmiðlafrælsi.