- Eg seti Vladimir Putin fremst, tí vit vita, at hann hevur einki ímóti at fara í kríggj. Tað hevur hann víst fleiri ferðir áður, sigur russlandskennari á Fridtjof Nansens Stovninum, FNI.

Putin er størsta hóttanin móti heimsfriðinum

Russlandskennarin, Iver Neumann, sum er stjóri á Fridtjof Nansens Stovninum (FNI), heldur, at Putin í løtuni er størsta hóttanin móti heimsfriðinum. 

 

- Eg seti Vladimir Putin fremst, tí vit vita, at hann hevur einki ímóti at fara í kríggj. Tað hevur hann víst fleiri ferðir áður, sigur russlandskennari á Fridtjof Nansens Stovninum, FNI.

Lesarar hjá norska Dagbladet stúra mest fyri russiska forsetanum, Vladimir Putin. Tað er púra greitt í einari nýggjari meiningakanning, sum Ipsos hevur gjørt fyri blaðið.

 

Sambært kanningini, har 1067 fólk yvir 18 ár kring alt Noreg eru spurd, stúra fólk nógv meira fyri Vladimir Putin enn fyri eitt nú forsetanum í Kina, Xi Jinping, norðurkoreanska leiðaranum, Kim Jong-un og amerikanska forsetanum, Joe Biden.

 

Heili 80 prosent av teimum spurdu svaraðu, at russiski forsetin er størsta hóttanin móti heimsfriðinum.

 

Í einari kanning, sum var gjørd í 2021, søgdu 38 prosent av teimum spurdu seg stúra fyri Putin. Serfrøðingar siga, at orsøkin til hesa broyting sjálvandi er russiska innrásin í Ukraina.

 

##med2##

 

Russlandskennarin, Iver Neumann, sum er stjóri á Fridtjof Nansens Stovninum (FNI), heldur eisini, at Vladimir Putin í løtuni er størsta hóttanin móti heimsfriðinum. 

 

- Eg seti Putin fremst, tí vit vita, at hann einki hevur ímóti at fara í kríggj. Tað hevur hann víst fleiri ferðir áður - í Georgia, Tsjetsjenia og tríggjar ferðir í Ukraina. Vit vita, at hetta er ein partur av hansara "vanliga repertoari" í altjóða politikki, sigur Iver Neumann við Dagbladet.

 

Í kanningini spurdi Dagbladet, hvør lesarin metir er størsta hóttanin ímóti heimsfriðinum. Úrslitið gjørdist: 

 

Kim Jong-un: (4 prosent)

 

Xi Jinping: (7 prosent)

 

Vladimir Putin: (80 prosent)

 

Joe Biden: (3 prosent)

 

Veit ikki: (6 prosent)

 

Kanningin varð gjørd fyri Dagbladet í juni mánaði í ár. Øll tey spurdu vóru 18 ár og eldri, og spurt varð í fimm norskum regiónum, Oslo, Eysturlandinum (undantikið Oslo), Vesturlandinum, Miðnoregi og í Norðurnoregi.

 

 

 

 

- Eg seti Vladimir Putin fremst, tí vit vita, at hann hevur einki ímóti at fara í kríggj. Tað hevur hann víst fleiri ferðir áður, sigur russlandskennari á Fridtjof Nansens Stovninum, FNI.

Álitið á Vladimir Putin sum friðarsøkjandi forseti er so gott sum einki.