Putin eigur at verða sitandi

Formaðurin í russiska yvirhúsinum mælir til at broyta lógina, so Vladimir Putin kann halda fram sum forseti. Sergei Mironov sigur við fleiri russiskar fjølmiðlar í dag, at eftir hansara tykki eigur galdandi lóg at verða broytt, so Vladimir Putin kann halda fram sum forseti.

Galdandi lóg sigur, at forsetin kann ikki sita meiri enn tvey valskeið, og tí kann Putin ikki stilla upp á forsetavalinum, sum verður næsta ár.

Í øðrum lagi mælir Sergei Mironov til, at forsetaskeiðið verður fimm ella kanska sjey ár og ikki fýra sum nú. Varð ein tílík broyting sett í verk, hevði Putin kunnað hildið fram í forsetaembætinum.

Sergei Mironov leggur dent á, at tað er sjálvandi Putin sjálvur, sum eigur tað seinasta orðið, hvørt hann vil halda fram ella ikki.