Putin-avbjóðari vil steðga krígnum

– Mín fyrsta uppgáva verður at steðga stríðnum við Ukraina og síðan byggja upp normal viðurskifti millum Russland og vesturheimin, sigur Boris Nadezjdin við BBC.

At steðga krígnum í Ukraina verður tað fyrsta, sum verður gjørt, sigur ein russiskur lokalpolitikari, sum fer at bjóða Vladimir Putin av á valinum hin 17. mars.

 

Boris Nadezjdin sigur við BBC, at tá kríggið í Ukraina er steðgað, vil hann endurbyggja normal viðurskifti aftur millum Russland og vesturheimin.

 

Maðurin hevur eina bakgrund sum lokalpolitikari í meira enn 30 ár og hevur áður verið sæddur sum ein fyrrverandi sameindur við Vladimir Putin, forseta.

 

Sjálvur sigur Boris Nadezjdin, at hann hevur funnist at russiska forsetanum seinnu tíggju árini.

 

- Vladimir Putin hevur oyðilagt tær nútímans lyklastøður, sum Russland hevur havt, og mín uppgáva verður at endurbyggja hesar aftur, sigur avbjóðarin.

 

Avbjóðarin sigur, at hann hevur savnað fleiri enn 100.000 undirskriftir, ið er tað, sum skal til fyri at stilla upp sum avbjóðari til forsetavalið. Tí væntar hann eisini at fáa grønt ljós sum avbjóðari.

 

Óváttaðar keldur, sum BBC hevur skift orð við, siga, at avbjóðarar, sum eru ímóti russisku krígsførsluni í Ukraina, neyvan sleppa at stilla upp til russiska forsetavalið.