Russiski forsætisráðharrin, Vladimir Putin, kunngjørdi í dag, at hann ætlar sær at stilla upp til forsetavalið, sum verður næsta ár. Fráboðanin kom á landsfundi hjá flokki hansara.
Formliga var tað verandi forsetin, Dmitrij Medvedev, sum kom við uppskoti um, at Putin skal stilla upp næsta ár fyri flokkin Sameint Russland. Putin kunngjørdi so, at hann var til reiðar at stilla upp, og at hann ætlar at lata Medvedev taka við sum forsætisráðharri.
Sostatt ætla teir báðir ovasru russisku leiðararnir at skifta embæti, og tað kom ikki óvart á politiskar eygleiðarar í Moskva.
-Hatta var júst tað, sum vi væntaðu, sigur viðmerkjarin Olga Krisjtanovskaja við fronsku tíðindastovuna AFP.










