Bæði Miðstovugarður og Uttastovugarður velta nógva ymiska grøði, og í dag hevur Miðstovugarðurin gjørt burturúr. Myndin er tikin seinnapartin í dag.

Purruveiða í besta veðri í dag

Nakrir bilar hava staðið við vegkantin á Sandarflótti í dag, síðan tiltakið byrjaði, og fólk hava verið í veltuni.

Bæði Miðstovugarður og Uttastovugarður velta nógva ymiska grøði, og í dag hevur Miðstovugarðurin gjørt burturúr. Myndin er tikin seinnapartin í dag.

Í góðveðrinum, sum hevur verið í dag, hevur Miðstovugarðurin í Trøðum á Sandi skipað fyri einum serligum tiltaki, tey "purruveiði".

 

- Kom og ver við til at bjarga purrunum frá regninum og gjald tað, tú heldur er passandi.

 

Hetta vóru boðini hjá Miðstovugarðurin fyrr í vikuni, og tiltakið er á Sandi í dag - frá klokkan 13.30 til 16.30.

 

Mold-og Matmentanarháskúlin bjóðar eisini kaffi, te og køkur í veltuni hjá miðstovubóndanum.

 

Nakrir bilar hava staðið við vegkantin á Sandarflótti í dag, síðan tiltakið byrjaði, og fólk hava verið í veltuni.

 

Bæði Miðstovugarður og Uttastovugarður velta nógva ymiska grøði, og í dag hevur Miðstovugarðurin gjørt burturúr.

 

- Purrur rigga serstakliga væl at skera í flísar og frysta, siga tey á Miðstovugarðinum.

 

Bæði Miðstovugarður og Uttastovugarður velta nógva ymiska grøði, og í dag hevur Miðstovugarðurin gjørt burturúr. Myndin er tikin seinnapartin í dag.