Púra vanligt at rýma úr Sjálvstýri í aðrar flokkar

Seinastu út við 40 árini eru fýra forfólk í Sjálvstýri rýmd í aðrar flokkar

Tá nú Jógvan Skorheim hevur meldað seg inn í Fólkaflokkinum, ið hevur ljóðað líka síðani hann meldaði seg úr Sjálvstýri stutt eftir býráðsvalið í 2020, so er tað einki óvanligt í tí.

 

Tað er helst rættari at siga, at tað púra vanligt, at forfólk í Sjálvstýri rýma úr flokkinum og melda seg inn í aðrar flokkar. Soleiðis hevur tað verið í út við 40 ár – við undantak av Kára P. Højgaard, sum altíð – eisini fyri sína tíð sum politikari – hevur verið flokkinum trúgvur, og Kára á Rógvi, sála, sum var formaður í flokkinum í eitt gott ár frá 2010 til 2011.

 

Hesi forfólk síðani 1988 eru rýmd úr Sjálvstýri í ymsar aðrar flokkar:

 

  • 1. Lasse Klein var formaður í Sjálvstýrisflokkinum frá 1988 til 1994. Í 1994 - meðan hann var løgtingsformaður, meldaði hann seg úr Sjálvstýrisflokkinum og úr samgonguni. Harvið misti samgongan hjá Maritu Petersen meirilutan á tingi, og hon skrivaði út val í ótíð, tann 7. juli í 1994 – góðar fýra mánaðir fyri at valið annars skuldi havt verið. Lasse Klein meldaði seg í Kristiliga Fólkaflokkin og varð valdur á ting fyri flokkin, har hann eisini gjørdist formaður. Lasse Klein er aftur limur í Sjálvstýrisflokkinum, har hann nú er skrivari.
  • 2. Helena Dam á Neystabø var forkvinna í Sjálvstýrisflokkinum frá 1994 til 2001. Tá meldaði hon seg úr Sjálvstýrisflokkinum og inn í Javnaðarflokkin. Hon hevur síðani verið vald bæði á ting, í Tórshavnar býráð og verið landsstýrisfólk fyri Javnaðarflokkin.
  • 3. Sámal Petur í Grund var formaður í Sjálvstýrisflokkinum frá 2001 til 2002. Hann var ikki afturvaldur á løgtingsvalinum í 2002. Hann meldaði seg seinni úr flokkinum og var við til at stovna Framsókn, sum hann stillaði upp fyri í 2015. Hann meldaði seg aftur í gamla flokkin og er nu formaður í Sjálvstýri. Hann gjørdist nummar eitt á listanum til seinasta løgtingsval við 264 atkvøðum, seks atkvøður framman fyri Kristin Michelsen, sum til seinasta val var tingmaður fyri Sjálvstýri. Men flokkurin fekk ikki nóg nógvar atkvøður at vinna sær sæti á tingi.
  • 4. Jógvan Skorheim var formaður í Sjálvstýri frá 2015 til 23. februar í 2021, tá hann boðaði frá, at hann meldaði seg úr flokkinum. Hann hevur í dag boðað frá, at hann hevur meldað seg inn í Fólkaflokkin.