Púra lógligt at innflyta hassjfræ til Føroya

Í Føroyum er ikki ólógligt at eiga hassjfræ, tað er bara ólógligt at brúka tað

Tað er ikki ólógligt at innflyta hassjfræ til Føroya og tað er heldur ikki ólógligt at liggja inni við hassjfræi.

Tað hevur Føroya Rættur nú staðfest.

 

Føroya Rættur hevur tikið støðu til fleiri mál, har fólk eru ákærd fyri at dyrka hassj, ella skunk.

 

Í hesum føri varð onkur av teimum ákærdu eisini ákærdur fyri at liggja inni við hassjfræi.

Men Føroya Rættur staðfestir, at tað er ikki brot á nakra lóg at eiga slík fræ.

 

Rætturin staðfestir eisini, at tað eru ongi sum helst prógv fyri, at ætlanin var at brúka fræið til nakað sum helst.

Tískil varð ákærdi fríkendur fyri ákæruna um at liggja inni við hassjfræi.