Tónleikaútgáva
Punkbólkurin 200 almannakunngjørdi her fyri, at bólkurin fór at geva báðar fløgurnar hjá sær út á LP. Í vikuni fer nýggjara fløgan Viva La Republica til skeringar, og hon verður væntandi at fáa um árskiftið ella kanska enntá áðrenn jól. Á heimasíðuni www.tveyhundrad.net ber til at skriva seg upp á bíðilista til LPina
Einans 250 LPir verða gjørdar í hesum umfarinum. Niels Arge Galán sangari í 200 sigur, at bólkurin onga hóming hevur av hvør áhugin fyri LPini verður. Tí hava teir valt bert at gera 250 LPir, sum er minstamark.
LPin fær ein nýggjan húsa í mun til fløguna. Tónleikurin er hin sami, men ljóðið til LP'ina er remastrað við dupult so høgari góðsku sum á fløguni, so talan verður um krás til oyrað og eygað. Sostatt verður eitt sindur gjørt burtur út plátuni. Hetta er ikki bara ein fløga, sum verður løgd á plátu. Her er talan um nýggja útsjónd og betri ljóð.
Niels, sum til dagligt virkar sum listarligur leiðari á ReproZ, sigur við Planet.fo, at hetta at gera ein LP húsa er ein gamal dreymur. Niels og trummuleikarin Uni Árting, hava kollvelt fløguhúsaídnaðin í Føroyum seinastu árini og vunnu sera uppiborðið AME virðislønina fyri besta fløguhúsa fyri júst Viva <st1:PersonName w:st="on" ProductID="La Republica. Men"$?$end$!$La Republica. Men</st1:PersonName$?$end$!$ tá Niels og Uni byrjaðu at gera húsar vóru føroyskir bólkar givnir at gera LPir. Tí er hetta fyrsta høvið hjá teimum, at gera eina LP.