Punkteraði í stormi, regni og myrkri

- Ein punktering á Hósvíksleitinum er ein løta, sum gott kann fara í gloymibókina, sigur Signar í Homrum.

Hvat minnist tú best frá 2013?

 

- Tað fer helst at vera, at Mandela doyði. Ikki tí, hann var gamal og mettur av døgum, men tað gjørdi, at man fór at hugsa um mannin og tað, sum hann stóð fyri, og hvat fantastiskt menniskja hann var.

 

Hvat var tín størsta persónliga uppliving í 2013?

 

- Upptraðkanin á Summarfestivalinum. Vit høvdu nokk ikki væntað okkum ta móttøku, sum vit fingu. Løtan var fantastisk, og var eitt sera stórt upplivilsi.

 

Hvat vilt tú helst gloyma frá 2013?

 

- Havi hug at siga samgonguna, men tað er nokk heldur neyðugt at minnast, hvat hesi hava avrikað og ikki avrikað. Men, ein punktering á hósvíksleitinum í myrkri, stormi og regni er ein løta, sum gott kann fara í gloymibókina, sigur Signar í Homrum.

 

Hvat ynskir tú tær í 2014?

 

Eina samgongu uttan Fólkaflokkin og Miðflokkin stendur rættiliga ovarlaga á listanum.