Punkgjøld og umhvørvið skulu hanga saman

  

John Johannessen
tinglimur fyri Javnaðarflokkin
www.jokarin.com
????????????

Sambært Útvarpi Føroya hóskvøldið ætlar landsstýrismaðurin í fíggjarmálum at avtaka punktgjøldini á flest øllum hvítvørum og AV-útgerð. Landsstýrismaðurin átti heldur at avtikið punktgjøldini fyri orkusparandi vørur og varðveitt punktgjøldini á vørum, ið ikki eru góðkendar sum orkusparandi.
Hendan samgongan hevur, sum tann fyrsta, sett sær fyri at føra ein virknan umhvørvis-politikk. Tí átti landsstýrismaðurin í fíggjar-málum eisini at tikið umhvørvislig atlit, nú hann hevur sett sær fyri at broyta punkt-gjaldsskipanina.
Slíkar vørur eru eftir ES krøvum bólkaðar í ymiskar umhvørvisbólkar, har A flokkurin er tann mest orku-spar-andi og harvið tann mest umhvørvisvinar-ligi.
Tí eigur landsstýr-is-maðurin at fylgja hesari flokking, nú hann er í ferð við at broyta punktgjøldini. Hósk-andi hevði verið, at punktgjaldið bleiv lækkað ella avtikið á vørum, sum eru flokkaðar í orkuflokk A, meðan tey verða varð-veitt fyri hinar orku-flokkarnar.
Soleiðis ber til at fáa umhvørvispolitikk og skattapolitikk at hanga saman.