Punkari heldur røðu á grækarismessu í Havn

Grækarimessuhald verður í Havn sunnudagin

Grækarismessa er farin aftur um bak, men nú sunnudagin skipar Skótalið Sigmunds Brestissonar fyri grækarismessuhaldið á Vaglinum í Havn.

 

Í ár verður tað Niels Arge Galan, sum fær heiðurin at halda grækarismessurøðuna.

 

Hann er kreativur stjóri á Sendistovuni, men í almenninginum er hann minst líka kendur sum umstríddur sangari og gittarspælari í rock og punkbólkinum, 200.

 

Klokkan 14.45 fara allir skótar, úlvar og títtlingar í Havn, at ganga skrúgongu afturvið tónleiki frá Havnar Hornorkestri. Skrúgongan úr Vágsbotni.

Gingið verður eftir Bøgøtu, síðani eftir Tróndargøtu, Niels Winthersgøta, Steinatúni, Niels Finsensgøtu og oman á Vaglið, har sjálvt Grækarismessuhaldið verður klokkan 15.