Punkabbin fingið eygað á føroyskan bólk

Kendi rocktónleikarin fer at spæla føroyskan tónleik á BBC í kvøld

Iggy Pop er ein legenda innan altjóða rocktónleik. 74 ára gamli Iggy Pop, sum er ættaður úr Michigan í USA, er kendur sum »The Godfather of Punk« og hevur verið ein undangongumaður og fyrimynd innan punktónleik.

Nú hevur hann fingið eygað á føroyskan punktónleik, og tað fer at hoyrast aftur í sending, sum Iggy Pop hevur á útvarpsstøð hjá BBC í kvøld.

Fríggjakvøld hevur Iggy Pop sending á BBC Radio 6 Music, har hann spælir rocktónleik í tveir tímar. Í kvøld fer Iggy Pop at seta sjóneykuna á føroyska tónleikabólkin Joe & The Shitboys.

Joe & the Shitboys eru nýggjari føroyskur punkbólkur, sum hevur gjørt vart við seg við kvikum rocktónleiki og sermerktum pallframførslum. Joe & The Shitboys eru við í finaluni í tónleikakappingini Sement, sum verður hildin á Reinsarínum í Havn leygarkvøldið.