Tá »Søgur úr Nashvík« fer í luftina á Rás 2 í morgun klokkan 11 kemur ein kendur punk-rockari á gátt og fer at avdúka, at innast inni býr ein bleytur country elskari, sum enntá ynskir at hoyra sín »yndlings-flødabolla« Kenny Rogers syngja. Skrúva frá og finn út av, hvør hesin maðurin er. Aftan á avdúkingina vitjar Niclas Johannesen eisini á gátt. Verturin Uni Arge fer m. a. at spyrja Niclas ? ið hevur spælt á øllum føroysku festivalunum í summar, seinast við Chase á Summarfestivalinum ? um, hvat hann heldur um føroyska tónleikasummarið, sum nú er farið at halla.
Ove Olsen sigur frá um countrysøguna, meðan Birgir Kruse varpar ljós á enn ein nýggjan føroyskan country slagara, sum er innspældur í Nashville, og sum verður at hoyra til stóru Nashville.fo gallakonsertina á Hálsi leygarkvøldið 29. august.
Sendingin Søgur úr Nashvík er framleidd av AEL og verður at hoyra í morgun klokkan 11.