Punjab við nýggjum sjónbandalagi

Nýggja sjónbandalagið frá fløguaktuella bólkinum kallast Hairy Woman.

Fløguaktuellið tónleikabólkurin Punjab hevur júst útgivið eitt nýtt sjónbandalag til staklagið Hairy Woman.


Punjab er ein ungur tónleikabólkur, sum hóast sín aldur, hava framført á fleiri av størstu festivalinum í Føroyum, so sum Voxbotn, G!-festivalin, Við Múrin, Tórsfest og Country &Blues festivalin.


Nú summarið er fari afturum og festivalarnir eru lidnir, er bólkurin klárur við teirra fyrstu fløgu, ið kemur út í handlarnar 18. september. Fløgan hevur fingið heitið The Flying Elephant.


Trýst á myndina ovast í greinini at síggja sjónbandalagið.