Pundik í Rás2 kl. 12 um støðuna í Ísrael

Høgraflokkarnir vunnu stórt á valinum í Ísrael í vikuni. Ein av kendastu viðmerkjarunum í Norðurlondum um ísraelsk og miðeystur viðurskifti er Herbert Pundik, fyrrverandi blaðstjóri á Politiken. Hann verður við í tíðindasendingini á Rás2 klokkan 12. Rás2 er við at byggja upp eitt serfrøðingapanel av útlendskum viðmerkjarum. Tað eru serstakliga tvey val í øðrum londum, sum føroyingar hava fylgt væl við í hesar seinastu mánaðirnar. Annað var valið í USA, sum Obama vann og síðani valið í Ísrael, har høgraflokkarnir vunnu. Meðan Obama hevur tikið við sum forseti so verður nú dúgliga telvað um, hvør skal stjóran Ísrael komandi árini.

Ein teirra, sum hevur verið nógv at hoyra í orðaskiftinum um Ísrael nú í mong ár, er fyrrverandi blaðstjórin á danska blaðnum Politiken, Herbrt Pundik, sum eisini er viðmerkjari hjá Rás2 í ísraels- og miðeysturmálum. Hann er partur av einum altjóða paneli av framstandandi og professionellum viðmerkjarum, sum Rás2 er við at gera samstarvsavtalu við og sum fer at merkja komandi tíðinda- og kjakssendingar á tí alternativu føroysku útvarpsrásini.

Hoyrið Herbert Pundik í tíðindasendingini á Rás2 klokkan 14, har Jan Müller er vertur.