Pulsurin á føroyskari list

Árliga ólavsøkuframsýning eigur at vera ein dagsaktuel mynd av tí, ið fyriferst í føroyska myndlistaheiminum. - Hon skal so at siga taka pulsin á føroysku listini, sigur formaðurin í trímanna dómsnevndini, sum í ár stendur fyri útveljingini av listaverkum til ólavsøkuframsýningina, Jens Damsbo Frederiksen

- Her er ov lítið pláss. Fyri mítt viðkomandi haldi eg, at tað hevði einki gjørt, um man eisini brúkti onnur høli afturat Listaskálanum okkurt árið. Sum er verða vit noydd at velja áhugaverd listaverk frá, tí vit ikki hava pláss til at hýsa øllum teimum, ið vit meta kundu verið við á framsýningini, sigur Jens Frederiksen, og beinanvegin fært tú ferilin av, at her eru aðrir bollar komnir í suppuna síðan í fjør, tá dómsnevndin legði seg eftir at sensurera rímiliga hart fyri at royna at halda eina stilistiska linju í framsýningini.

Og soleiðis skal tað eisini vera. Ólavsøkuframsýningin er smíðað eftir ymiskum leisti nærum hvørt ár, tí dómsnevndirnar fáa fríar hendur at velja og vraka listaverk eftir teimum kriterium, ið tey halda vera tey rættastu.


Breið dómsnevnd

Sambært formanninum í dómsnevndini í ár, kunnu vit vænta okkum eina breiða framsýning hesaferð.

- Vit leggja okkum sjálvsagt eftir at listaverkini skulu hava eina ávísa dygd. Ólavsøkuframsýningin skal ikki vera ein kvøldskúlaframsýning, tí eina slíka hava vit longu frammanundan. Men hinvegin eri eg ikki fyri at vit leggja eina stranga linju. Eg haldi, at tað er umráðandi av vísa breiddina í føroyskari list á einari slíkari framsýning - bæði elituna, og tað ið liggur nakað undir henni, sigur Jens, men leggur tó dent á, at krøvini til listaverkini fyrst og fremst verða sett útfrá einari meting av tí, ið er komið inn til framsýningina.

- Tað er klárt, at kemur ein rúgva av veruliga góðum listarverkum inn, so verður verri hjá teimum "rímiliga" góðu at koma við á framsýningina. Men har koma vit aftur til plássmangulin. Kanska skuldi man í einum tílíkum føri havt tvær framsýningar - eina við teimum bestu listaverkunum og eina við øllum hinum, ið lúka krøvini um dygd, sigur Jens Frederiksen.

Tey trý, ið manna dómsnevndina í ár, eru Sigrun Gunnarsdóttir Niclasen, Øssur Mohr og so Jens Damsbo Frederiksen, ið er nevndarformaður.


Útveljingin er torfør

Onkuntíð hevur verið nakað av kjaki kring ólavsøkuframsýningarnar viðvíkjandi sensoreringini av listarverkum, men tað sær dómsnevndin í ár ikki sum nakran trupulleika. Tað torføra liggur í sjálvari útveljingini av listaverkum, og so má breiði ryggurin bara taka tað á seg, sum møguliga kemur í kjalarvørrinum á hesi útveljing.

- Tað er torført at vera hann, ið skal velja út, tí tað ber eftir mínum tykki snøgt sagt ikki til at fáa eina ávísa listarliga linju í framsýngina, og tí má man heldur leggja seg eftir at vísa fram breiddina í føroyskari list, sigur Jens Frederiksen.

Sjálvur heldur hann eisini, at dómsnevndin er vald út soleiðis, at trygd átti at verið fyri einari breiðari útveljing.

- Vit trý, sum sita í dómsnevndini í ár, eru sera ymisk. Sigrun er í stóran mun symbolskur málari, Øssur er landskapsmálari, og eg sjálvur eri kanska meira abstraktur. Tað átti at tryggjað eina ávísa breidd, og tað trúgvi eg eisini at Listafelagið hevur havt í huganum, tá tey valdu limirnar til dómsenevndina.


Óvanligt fyribrigdi

Men tá alt tað er sagt um breiddina og um at fáa tey nýggju listafólkini fram í ljósið, so vónar formaðurin í dómsnevndini kortini, at tann "gamla gardan" innan føroyska list framhaldandi fer at senda listaverk inn til framsýningina.

Her verður sipað til tey listafólk, ið fyri langari tíð síðan hava víst sítt virði, og sum nú kunnu vera við til at geva teimum yngru kreftunum íblástur og vísa vegin við at vera við á framsýningini.

Tað at bestu listafólkini í Føroyum sýna fram saman við óroyndum listafólki er eitt sambært Jens Frederiksen eitt sereyðkenni við ólavsøkuframsýningini. Tað er nevniliga ógvuliga óvanligt aðrastaðni.

- Tað einasta líknandi dømi eg kenni um listaframsýningar eftir hesum

leisti, har bæði amatørar og viðurkend professionel listafólk sýna fram

saman, var í Sovjet í tjúgunum - áðrenn Stalin kom til. Har høvdu tey í

fleiri býum savnað tey viðurkendu listafólkini og tey óroyndu talentini

saman í framsýningum. Tí er ólavsøkuframsýningin eitt óvanligt fyribrigdi, og vónandi ber tað til at halda fast við hetta.


Eitt høvi at koma sær fram

 

Umframt at tiltakið í sær sjálvum altso er óvanligt, so er tað vitjandi klientellið á ólavsøkuframsýningum eisini nakað fyri seg.

- Publikum á ólavsøkuframsýningini er serligt. Av tí at framsýningin júst er opin ólavsøkudgarnar, tá nógv fólk er savnað her í Havn, koma nógv fleiri fólk til hesa framsýningina enn til aðrar listaframsýningar. Nógv teirra eru fólk, ið ikki eru von at fara til listaframsýningar og kanska onganíð høvdu nýtt høvið at sæð føroyska myndlist, um ikki hendan framsýning var eitt afturvendandi tiltak á ólavsøkuni, sigur Jens Frederiksen.

Men hvat er so sjálvt endamálið við einum tiltaki sum ólavsøkuframsýningini?

- Tað má væl vera at gera upp, hvar føroysk list er beint nú. Hetta er

ein háttur at taka pulsin á føroyskari list, kann man siga og samstundis lata dyrnar upp fyri nýggjum talentum. Tí er tað eisini spennandi at fáa ungu listarfólkini við, sigur formaðurin í dómsnevndini og gleðist um, at alt fleiri ung og ókend listafólk senda verkinn.

- Eg debuteraði sjálvur sum listamaður á eini ólavsøkuframsýning, greiðir hann frá.


Nakrar sjangrur vanta

Undan hesari árligu pulstakan spyrja vit Jens um hansara meting av

føroyskari list beint nú.

- Vit eru ajour, og tó. Tað eru enn nakrar sjangrur, sum als ikki eru umboðaðar her í landinum, men tað haldi eg ikki ger so nógv. Sovorðið sum videolist og konseptlist og annað líknandi - altso tað, sum vanliga verður kallað meira intellektuellar listarleiðir - tað síggja vit ikki so nógv til her í Føroyum, sigur Jens Frederiksen og leggur afturat, at enn verður føroysk list dominerað av ekspressionismu, ið er tengd at náttúruni.

- Tað er tann listarleiðin, ið enn fyllir mest í myndini av føroyskari list. Man kann so sjálvur grunda yvir hví so er, sigur Jens Frederiksen, formaður í dómsnevndini til ólavsøkuframsýningina og leggur at enda afturat.

- Men tað hendir nógv beint og nú, og um tíggju ár vænti eg, at alt sær nakað nógv øðrvísi út. frásagnirnar um øll tey undurverk, sum hendu, tá ið Ólavsøkan var hildin í dómkirkjuni í Niðarósi.


Mangt umskiftist, meðan stundir líða. Aðrar tíðir komu, og siðurin at halda Ólavsøku varð avlagdur allar staðir.

Bert í einum landi hevur siðurin staðið við alla tíðina og ger tað enn, og tað er her hjá okkum í Føroyum.

Ólavsøkan í Føroyum hevur tey eyðkenni, sum sipa aftur til sjálvt virki Ólavs kongs hins heilaga. Hesir báðir høvuðstættirnir eru í Ólavsøku okkara: hon er ein tjóðskapligur samkomudagur og ein kirkjuligur hátíðardagur.


Nógv er í landi og fólki okkara, sum skilir sundur.

Fólkið býr spjatt í oyggjum og avbygdum, firðir og fjøll skilja og byrgja, og sundurlyndið er sterkt í fólki okkara.

Ólavsøkan hevur hildið saman. Frá gamlari tíð eru tey úr øllum bygdum komin til Havnar á Ólavsøku, til ting og stevnur, til fundir og samkomur, til leikir og ítróttir, til dans og skemtunar, til at hitta vinir og frændur. Ólavsøkan hevur verið ein samkomu- og samfelagstíð hjá fólki okkara, hon hevur staðið sum eitt merki um, at vit hoyra øll saman og eiga at vera eitt sameint fólk. Tann týdningur kann illa metast, sum Ólavsøkan á henda hátt hevur haft fyri fólk okkara gjøgnum tíðirnar sum tað felagsband, sum bant fólkið saman; og hetta hevur haft sín stóra týdning fyri mál okkara, fyri kvæðini, dansin, søgurnar, okkara heimligu siðir, alt okkara føroyska fólkalív.


Men uppi yvir øllum hesum stendur kirkjan. Ólavsøkudagur hevur allar tíðir verið ein kirkjuligur hátiðardagur.

Hann er ein krossmerktur dagur. Okkara gamla løgting, sum altíð hevur verið hildið í Havn, í elstu tíðum á Tinganesi, seinri á øðrum støðum, var í fyrstuni vígt av Tórs hamri, men síðan er tað signað av hinum heilaga krossi.


Enn verður løgtingið sett Ólavsøkudag á hvørjum ári og fær vígslu sína undir krossmerkinum.

Enn ganga tingmenn og prestar í skrúðgongu úr tingstovuni og innar í kór í kirkjuni og síðan aftur i tingstovuna.

Enn verður hvønn Ólavsøkudag hildin guðstænasta í Havnar kirkju, og prestarnir í oyggjunum skiftast um at prædika hvør aftan á annan ár eftir ár sum ein vitnisburður um, at eisini i kirkjuligum týdningi eigur at vera ein heild, ein felagsskapur.


Tá ið tað viðhvørt er skotið upp, at Ólavsøkan ikki átti at verða hildin bert í Havn, soleiðis sum siðurin allar tíðir hevur verið men eisini úti á bygdunum, so er hetta ein misfatan av sjálvum grundartankanum í Ólavsøkuni; tí at við tað at hon bert verður hildin á einum staði, stendur hon sum felagsmerkið og sameiningarfundurin fyri alt fólk

okkara bæði kirkjuliga og tjóðskapliga.

"Fram, kristmenn, krossmenn, kongsmenn!" Soleiðis ljóðaði herrópið hjá monnunum hjá Ólavi kongi á Stiklastøðum.

Hesi orð skulu enn minna okkum á, at vit sum eitt sameint fólk í trúskapi og samhuga røkja og verja land okkara, at krossurin má standa uppi yvir øllum starvi okkara, og at vit í øllum lutum verða leidd og stýrd av anda Krists.


J. Dahl