Puigdemont: Eg takki føroyingum fyri blíðskapin

Føroyavitjanin hjá fyrrverandi katalanska forsetanum, Carles Puigdemont, er liðug á hesum sinni. Í tí sambandi hevur hann takkað fyri hesa ferð á Twitter vanganum hjá sær.

 

- Í Føroyum upplivdi eg eina tjóð við vinarligum og mentaðum fólki, sum búgva í einum landi við fantastiska flottari nátturu. Um tú fært møguleikan, far so og vitja Føroyar, skrivar hann á katalanskum, og til síðst roynir hann seg á føroyskum:

 

- Eg takki føroyingum hjartaliga fyri blíðskapin, skrivar Carles Puigdemont, sum eisini nýtir høvið at takka Magna Arge.

 

Tær fýra myndirnar omanfyri eru viðheftar í dagføringini, og tað eru í løtuni 4,4 túsund fólk, ið hava dámt hesa dagføringina.