Á Eplafestivalinum í Trøðum á Sandi í dag verður tiltakið, rópt Speakers Corner – við talutíð í 1 minutt – á skránni nú klokkan 13. Tað er Jákup Veyhe, sum verður orðstýrari, og savnað verður inn til gott endamál.
Klokkan 14 fara Víkingar at skipa fyri kapping í spjótkasti, og tá lata pubbirnar á Verkstaðnum og Gaard-pubbin upp, og tá fer B71 eisini at skipa fyri Neytalortakapping í Trøðum.
Innleiðandi umfør í kappingini í eplakasti verða klokkan 15, og tá verður eisini fyrilestur á fjósaloftinum í Miðstovuni um føroysku moldina. Tað verður Erla í Brekkustovu, lívfrøðingur, sum fer at røða um mold.
Finalan í eplakasti verður klokkan 17, og tá verður eisini vinnarin í kappingini um eplarættir funnin.
Klokkan 18 verður aftur fyrilestur á fjósaloftinum í Miðstovuni. Spurt verður, hvat agroøkologi er, og tað verður Selma Dahl Erol, masterlesandi í agroøkologi, sum fer at greiða frá.