Á Tjóðpalli Føroya eru tey farin undir seinastu fyrireikingarnar til leikin Reinsan , sum Hans Tórgarð hevur týtt til føroyskt. Tað eru tey bæði danirnir Kim Dambæk, ið leikstjórnar, meðan Oana Constantineanu stendur fyri pallmyndini.
Um leikin
Søgan gongur fyri seg í tveimum tíðarskeiðum í Estlandi: Í 1940'unum og 1950’unum, tá Estland varð hersett av Stalin, og estar í túsundatali vórðu tvangsfluttir til Sibiria, og í 1992, eitt ár eftir, at Estland varð sjálvstøðugt. Ein summarmorgun í 1992 finnur gamla estiska konan Aliide Tru eina unga og útlúgvaða kvinnu uttanfyri húsini hjá sær úti á bygd í Estlandi. Unga kvinnan Zara er blivin lumpað frá sínum heimi í Vladivostok til skøkjulevnað í Europa. Hon er endað í Tallinn saman við sínum alfonsi og er rýmd higani. Báðar kvinnur bera ræðuligar loynidómar, og sum leikur fer, verða hesi loyndarmál og sambandið kvinnurnar ímillum avdúkaði.
Pallmyndin setir krøv
Leikurin, ið kann lýsast sum ein psyko-trillari, setir stór krøv til leikararnar, tí pallmyndin er heldur øðrvísi enn vannligt. Ein av leikarunum, Barbara Christophersen, ið hevur leiklutin sum Zara, dámar væl pallmyndina:
-Hóast ymisk ljóð, skuggaspæl og filmsbrot verða nýtt, so er pallurin rættiliga minimalistiskur og nakin, og tað setir krøv til okkum leikarar. Vit skulu veruliga liva okkum inn í søguna fyri at kunna fortelja søguna á besta hátt.
Tað er júst hesin minimalistiski stílurin sum saman við teimum ymsu effektunum, ið ger, at áskoðarin fær eina serliga uppliving, heldur Birita Mohr, sum spælir Aalide Truu í leikinum:
-Á pallinum sært tú ikki eitt veruligt rúm við til dømis vindeyga, hurð og veggum. Bæði leikarar og áskoðarar mugu sjálvi skapa hetta rúmið. Áskoðarin fer automatiskt at nýta hugflogið til at skapa rúmið, tá leikararnir á pallinum eisini gera tað.
Fyri at hjálpa áskoðarunum at fylgja við í søgugongdini skiftast leikararnir um við at vera frásøgufólk, ið greiðir frá og útdjúpar tað, ið gongur fyri seg á pallinum.
Evnini eru viðkomandi
Hóast søgan gongur fyri seg í 1940unum, 1950unum og í 1992, so halda tær báðar Barbara Christophersen og Birita Mohr, at leikurin inniheldur evni, sum eisini eru viðkomandi í dag. Sambært Barbaru Christophersen kunnu tey flestu fyrihalda seg til evni sum skuld og tryggleika, ið eru at finna í leikinum:
-Hetta er ein søga, sum ikki bert lýsir nøkur samfelagslig og politisk evni, men fortelir okkum eisini um ymiskar mannalagnur og hvat vit menniskju gera, tá vit eru undir trýsti og royna at yvirliva . Tað er nakað, sum eg rokni við, at tey flestu kenna aftur.
Leikurin er serliga ætlaður vaksnum, men er eisini áhugaverdur fyri tey ungu og skúlaflokkar, heldur Birita Mohr :
-Søgan fer fram í Estlandi, bæði meðan tað var hersett av Stalin, og so tá landið varð sjálvstøðugt, so hetta er eitt petti av søgu.
Støðið er høgt
Sambært leikstjóranum Kim Dambæk og Oana Constantineanu, ið stendur fyri pallmyndini, hevur samstarvið við Tjóðpall Føroya og leikararnar gingið væl. Leikstjórin er jaliga ovfarin av føroysku leikarunum:
-Leikararnir eru á einum høgum støði, og vit arbeiða øll væl saman. Samstarvið millum meg og leikararnar krevir í stóran mun, at vit stóla upp á hvønn annan, tí leikurin er jú á føroyskum.
Barbara Christophersen er samd við leikstjóranum:
-Vit hava vant í umleið sjey vikur, og tað hevur gingið ótrúliga væl. Kim er behagiligur og dugir væl at hjálpa og rósa leikarunum.
Kim Dambæk og Oana Constantineanu eru á einum máli um, at samstarvið hevur riggað so mikið væl, at ikki er óhugsandi, at tey bæði og Tjóðpallur Føroya fara at arbeiða saman aftur í framtíðini.
Leikarar:
Birita Mohr
Gunnvá Zachariasen
Barbara Christophersen
Bárður Persson
Hans Tórgarð
Hjálmar E. Dam










