VIDEO AV SALT. Mánamorgunin 11. mars byrjar arbeiðið at gera gomlu saltsiluna á Drelnesi til eitt mentanarhús í serflokki.
Tað sigur Ólavur Rasmussen, sum er oddamaður fyri verkætlanini.
Hann sigur, at arbeiðið varð boðið út beint fyri jól og fýra byggifyritøkur eru við í kappingini um at fáa arbeiðið.
Tær eru Búsetur, J&K Petersen, Articon og TG-Verk, sum allar vórðu undangóðkendar at bjóða upp á arbeiðið.
Tilboðini verða latin inn ein av fyrstu døgunum og hósdagin 7. februar verða tey latin upp.
Ólavur Rasmussen sigur, at síðani skulu tilboðini gjøgnumgangast, áðrenn støða verður tikin til, hvør fær arbeiðið.
- Vit miðja eftir undirskriva sáttmála um byggngina síðst í februar og mánadagin 11. mars er ætlanin at sjálvt arbeiðið skal byrja.
Ætlanin er sostatt, at byggingin verður liðug í seinnu hálvu í 2014.
Ætlanin er broytt eitt sindur, tí á teimum fyrstu tekningunum var ein langur, smalur útbygningur við ovara enda á húsinum.
Hann er tikin vekk og ístaðin er útbygningurin fluttur vesturum sjálva siluna og har verða wc, høli til útgerð og amboð og ein lítil salur.
Eitt endamál við tí er, at tá ið ein kemur siglandi eftir fjørðinum, síggja tey siluna, sum hon upprunaliga sær út.
Ímillum útbygningin og sjálvt mentanarhúsið, er gjørdur eitt lítið klingruleikhús til uttanduraleikir ella onnur tiltøk.
Í Youtube brotinum niðanfyri verður fyri fyrstu ferð víst fyri almenninginum, hvussu nýggja mentanarhúsið á Drelnesi fer at taka seg út.