Sambært stjóranum í Kringvarpinum, Anniku M. Jacobsen, bygdi avgerðin um at skerja sjónvarpsfrásagnirnar frá ólavsøkuni á eitt tilmæli, sum kom frá bólkinum, ið legði ólavsøkudekningin til rættis.
Ábyrgdina fyri hesum bólkinum hevði Ivan Niclasen, programleiðari.
Hóast hann sum heild heldur, at samlaði dekningurin var í lagi, dylur hann ikki yvir, at okkurt kundi verið øðrvísið.
Umhugsað konseptið
- Vit hava seinni hoyrt, at fólk vóru hørm um, at innsløgini um kvøldaranar við gestum í sjónvarpsstovuni og prát við fólk á gøtuni ikki vóru við í ár. Slíkar atfinningar taka vit í fullum álvara og taka tær sjálvandi til eftirtektar, nú vit fara at eftirmeta ólavsøkudekningin, sigur Ivan Niclasen.
Í sambandi við ónøgdina, sum hevur verið at hoyrt, heldur Ivan Niclasen, at fólk hava lyndi til at gloyma, at stovnarnir eru samanlagdir.
- Í ár valdu vit at vísa myndir frá øllum hæddarpunktunum, meðan útvarpið tók sær av at gera stemningsreportagur, prát við fólk og annað ein stóran part av døgninum. So samlað sær haldi eg avgjørt, at dekningurin var á góðari leið. Men um tað serliga eru myndareportagur fólk vilja hava, so mugu vit umhugsað hesa raðfestingina av nýggjum, sigur Ivan Nicalsen, sum leggur afturat, at enn finnast ongi hyggjaratøl, sum vísa, hvussu nógv fólk hyggja eftir sjónvarpi á ólavsøku.