Professionella Guðrið

Hóast áskoðaratalið var lágt, og umstøðurnar so sum so, leveraði Guðrið Hansdóttir eina góða byrjan á Flagspallinum. Guðrið Hansdóttir spældi løg av komandi fløguni á konsertini, ið alment lat næststørsta pallinum á Summar Festivalinum upp. Flagsteltið við Flagspallinum var næstan tómt, ikki fleiri enn umleið hundrað fólk vóru savnaði, og millum pallinum og mannamúgvuna (um hon kann rópast so) var eitt stórt glopp, hetta tyktist tó ikki at darva Guðrið. Fleiri av løgunum kenna vit aftur frá Isadora and The Rebels. Bólkurin hjá Guðrið Hansen var eitt sindur skerdur av tí, at gittarleikarin Jón Klæmint ikki var við. Hetta gjørdi, at bólkurin mátti umskipa løgini nakað. Hetta varð gjørt á tann hátt, at løgini skuldu rigga best møguligt uttan el-gittar. Hetta virkaði í støðum eitt sindur skizofrent. Men í stuttum leveraðu tey vøruna. Eg havi áður havt eitt sindur torført við nýggju poop útgávunum av Isadora and The Rebels løgunum, av tí, at løgini í mínar metan hóskaðu betur í folk/rokk stílinum hjá Isadoru. Men í hesum nakað umskipaðu útgávunum riggaðu tey sera væl. Besta lagið á kvøldinum var Love is dead.

 

Guðrið sang alla tíðina sum ein dreymur, og her er uttan iva talan um eina av okkara allarbestu røddum. Framførslan var nakað órógva av, at pallhjálparfólkini bóru útgerð hjá Banaroo inn í teltið og valdu at ganga stytstu farleið beint ímillum áskoðararnar og pallin. Sera óheppið, at hjálparfólkið ikki hevði sama høga professionella støðið sum Guðrið. Ljóðmaðurin Baldur Kampmann eigur tó rós uppiborið, konsetin ljóðaði framúrskarandi væl.