Prodi misti tolið

Italski forsætisráðharrin, Romano Prodi, bað í gjárkvøldið um at verða loystur úr starvinum sum forsætisaráðharri, eftir at stjórn hansara hevði tapt eina atkvøðugreiðslu í tjóðartinginum um uttanríkispolitikkin hjá stjórnini. Í fyrstani ljóðaði, at Giorgio Napolitano, forseti, hevði tikið uppsøgnina til eftirtektar, men seinni frættist, at hann hevði biðið Pordi halda fram og kannað møguleikarnar fyri at skipa nýggja stjórn. Politiskir eygleiðarar í Rom søgdu í gjárkvøldið, at tað er neyvan nakar ivi um, at Prodi verður sitandi sum forsætisráðharri, men at hann fer at umskipa stjórnina. Sambært eygleiðarunum er snøgt sagt eingin annar politiskur møguleiki.

Samgongan aftan fyri stjórnina hjá Prodi er sett saman av fleiri flokkum, sum í fleiri viðurskiftum hava sera ymisk sjónarmið. Eygleiðarar í Rom siga, at flokkarnir kortini fara at finna eina semju um at halda fram, tí eingin teirra hevur áhuga í, at høgraflokkarnir við Silvio Berlusconi á odda skulu fáa valdið aftur.