Prix Føroyar ávirkar Ísland

Prix Føroyar kappingin hevur givið úrslit í Íslandi, har føroyskur tónleikur hevur verið í loftmiðlum alla vikuna og bløðini hava skrivað um føroyskan tónleik

Síðstu mongu dagarnar hevur føroyskur tónleikur verið at hoyrt í íslendska ríkisútvarpinum og Rás 2. Dag eftir dag hevur verið soleiðis og somuleiðis hevur Morgunblaðið dagliga havt okkurt um føroyskan tónleik.
Alt er orsakað av Prix Føroyar tiltakinum.
Íslendingar vilja fegnir frætta um tær í Íslandi so væl kendu stjørnurnar, ikki minst Eivør, Týr , 200, Makrel, Høgna Lisberg og fleiri.
Í Íslandi fegnast tey um professionalismuna í tiltakinum AME, har tøknin riggaði til UG í Norðurlandahúsinum.
- Í Íslandi eru vit von við, at alt verður gjørt í síðstu løtu, eisini tøknin, og so riggar sjálvandi ikki altíð so væl, sigur Jens Guð, heimildarmaður okkara í Íslandi.
Fyri fáum árum síðani kendu íslendingar nærum onki til føroyskan tónleik og Prix, men í dag er øðrvísi og tey flestu kenna føroyskar tónleikarar, Prix og AME, ið eru tiltøk, ið fáa stóra rúmd í íslendskum miðlum.
Síðstu fimm vikurnar hevur Eivør Pálsdóttir havt báðar sínar síðstu fløgur á topp 30 listanum í Íslandi. Vanligt er ikki, at sami tónleikari hevur tvær fløgur á topp 30 samstundis. Og als ikki í heilar fimm vikur.
- Men hetta prógvar, hvussu stórt navn hon í veruleikanum er í Íslandi, metir Jens Guð.