Prix Føroyar Finalan 2001

Maðurin, sum hevur samskipað og leitt Prix Føroyar tiltakið síðan tað byrjaði sum ein einstøk roynd í 1995, Fróði Vestergaard, sigur her frá um tað nógva arbeiði, sum fer fram handan Prix-leikpallin, og um hvat er í væntu á finaluni.

 

Enn einaferð avgjørdu stjórin í Norðurlandahúsinum saman við stýrinum fyri Norðurlandahúsið, at fara í holt við eina nýggja tónleikakapping. Bæði Útvarp Føroya, Sjónvarp Føroya og Føroya Undirhalds Tónleikarafelag tóku undir við uppskotinum um samstarv um enn eina Prix Føroyar kapping.


Vinningarnir

Prix Føroyar nøktar øll krøv, sum eru sett fyri Norðurlandahúsið. Húsið vil stuðla mentan í Føroyum, gera tiltøk uttanfyri miðstaðarøkið, umboða føroyska mentan uttanlands og fáa norðurlendska mentan til Føroya.

Um vit líta aftur um bak, so kunnu vit ásanna, at Prix Føroyar tiltakið sum heild er vaksið nógv síðani vit byrjaðu í 1995. Sum dømi kann nevnast, at meðan vit í 1995 høvdu bert ein vinning so eru í 2001 meira enn 3 stórir og lokkandi vinningar. Allir finalistarnir vera við á komandi konsertfløguni, sum Útvarp Føroya gevur út beint aftaná finaluna. Mentamálastýrið letur høvuðsvinningin, sum er ein vika við upptøku í Studio 1 í ?Lundgaard Studio?. Hartil verður møguleiki, saman við Atlantic Airways, at sleppa á Jelling Festival í mai og á Nibe-Festival síðst í juni. Innbjóðing er komin frá Ólavsvík í Íslandi um, at fáa ein Prix Føroyar Finalist til føroysku dagarnar í Íslandi.


Útlendskur áhugi

Til finaluna koma útlendskir plátuútgevarar, tíðindafólk, festivalfyrireikarar og tónleikafeløg uttanlands. Prix Føroyar finalan røkkur út í hvønn krók í Føroyum, men eisini er møguleiki fyri at gera seg galdandi uttanlands. Egill Ólafsson úr Íslandi, sum er kendur tónleikari og sjónleikari, kemur til Føroya at halda fyrilestur, um hvussu ein ?traðkar fram á palli?. Hartil fer Egill Ólafsson at fylgja ljóðroyndunum og geva bólkunum góð ráð viðvíkjandi pallframførslu.

Framkomin teknikkur

Stórur dentur verður lagdur á at bróta upp úr nýggjum, bæði tá ið tað snýr seg um ljóð- og ljósútgerð. Egil B. Hansen, er settur sum ljósdesignari til finaluna. Sjónvarp Føroya og Útvarp Føroya hava sett Herluf Sørensen til at produsera sjálva Prix finaluna. Royndur verður ein stórur og dýrur digitalur ljóðpultur og nýggj serlig ljósútgerð er leigað til finaluna. Claus Pedersen, ið er ein kendur ljóðteknikari, skal ljóðblanda í Norðurlandahúsinum til finaluna. Útvarp Føroya hevur fingið nýggja digitala útgerð, og kunnu sjálvir gera konsertfløguna lidna.

Prix Føroyar veksur og verður meira proffessionelt fyri hvørja ferð. Tað er gott og soleiðis eigur tað at verða, men hetta letur seg einans gera við einum góðum samstarvi og positivum vilja frá føroyskum myndugleikum og vinnulívi.


Prix í luftini

Okkara føroyska flogfelag Atlantic Airways hevur átikið sær at verða høvuðssponsor og hevur tí fleiri uppgávur fyri Prix Føroyar kappingina. Felagið flýgur føroyskar luttakarar búsitandi uttanlands til Føroya fyri serprís, festivalvinnararnir verða fluttir ókeypis til Danmarkar og útgerð verður flogin ókeypis til finaluna. Fjølmiðlafólk o.o., sum koma til finaluna, koma við Atlantic Airways og soleiðis kundu vit hildið áfram. Vit eru sera takksom fyri samstarvið við Atlantic Airways, tí valla høvdu tað verið so nógvir vinningar uttan henda stóra sponsor. Eisini aðrir smærri sponsorar hava gjørt sítt til at gera Prix Føroyar betri. Nevnast kunnu prixblusurnar sum LÍV hevur givið, gistingin á Hotel Føroyum og Handilskjarnin sum letur búnan til frásøgumannin. Faroe Express hevur játtað at hjálpa við flutningi har í á stendur.


Fólksligt grundarlag

Prix Føroyar skal vaksa, tó uttan at missa tað fólksliga grundarlagi og jørðforbindilsi. Arbeiðið, sum tónleikarar gera í venjingarhølunum, má ikki undirmetast, tí uttan hetta arbeiði var einki Prix Føroyar og eingin finala. Kring landið eru fólk, sum átaka sær uppgávur til innleiðandi umførini, t.d. at byggja pallar, gera mat, verða duravørðar o.s.fr.. Dómararnir átaka sær at døma og ilt er at gera allar bólkar nøgdar, men hetta er eitt arbeiði, sum má gerast, sjálvt um tað ikki altíð er so takksamt.

Fyrireikararnir vilja at enda takka øllum teimum, sum hava luttikið og hava hjálpt til og stuðlað Prix Føroyar 2001. Vit gleða okkum til eina góða og spennandi finalu leygarkvøldið 21.apríl kl.20.00.