Privatskúlar eru politiskt eitt tvíeggjað svørð

Privatskúlar við eini námsfrøðiligari stevnu eru vælkomnir, sigur Herálvur

Jacobsen, formaður Føroya Lærarafelags við Skúlablaðið í dag.

- Privatskúlar og eftirskúlar skulu stuðlast og mennast stendur at lesa í

samgonguskjalinum. Sum rímiligt er eigur nýggja borgarlig samgongan at leggja áherslu á tað

privata og eisini privatskúlar. Vanliga nýta vit tó heitið frískúlar fyri at

undirstrika, at talan er um skúlar við egnari stevnu. Serliga frískúlar við

greiðari náms- og frálærufrøðiligari stevnu kunnu verða til stóran íblástur

fyri fólkaskúlan, sigur Herálvur Jacobsen.

- Okkara frískúlar eru stovnsettir av idealistiskum grundum. Óivað tí at

stovnarar og foreldur eru samd um eina skúlakós, sum frálæruliga og í

virðisgrundarlagi brýtur frá tí meira almennu kósini hjá fólkaskúlanum.

- Tá tosað verður um umskipan av skúlabygnaðinum, so liggur í luftini, at

skúlar verða niðurlagdir.

- Hóast tað fyri summi er politisk korrekt at tosa um privatskúlar, og at

brúkarin skal kunna velja, so eru privatskúlar politiskt eitt tvíeggjað

svørð. Løgtingslóg um frískúlar ásetur, at landsstýrisins partur av

rakstrinum verður útroknaður hvønn 1. september í skúlaárinum. Stuðulin

svarar til 85 prosent av góðkendu læraralønunum. Fáa vit fleiri frískúlar, so er

tað klárt í andsøgn til effektiviseringspolitikkin, sum so ella so liggur í

einum nýggjum skúlabygnaði.

- Lat tað beinanvegin verða sagt, at sjálvandi skulu frískúlar stuðlast.

Fíggjarliga avbjóðingin hjá frískúlunum er frammanundan stór, og í tí

andanum okkara frískúlar arbeiða, so ynskja tey neyvan, við einum ov høgum

foreldragjaldi, at forða foreldrum at velja teirra skúla. Og júst tann

spurningin eiga vit at seta okkum; skulu vit at hava privatskúlar, har

inntøka er treytin fyri valinum?

Enn er eingin eftirskúli í Føroyum, men vit áttu avgjørt at havt ein eftirskúla í Føroyum, og skilagott hevði

verið um hann lá í Suðuroy, sigur Herálvur Jacobsen millum annað í greinini.