Sveinur Tróndarson
Tað eru nú nakrir dagar síðani Caragata bólkurin legði fram álit sítt um búskaparliga tillaging í og framburði í føroyska samfelagnum, men hon er ikki løgd á hillina fyri tað.
Tað er eingin loyna, at tað sum stendur í álitinum stendur væl saman við tí liberalistisku hugsjónini, men tað politiska systemið er meira samansett en so, at allir flokkar svølgja alt, sum stendur í álitinum.
Vit hava tosað við Høgna Hoydal, landsstýrismann fyri Tjóðveldisflokkin, um hvat hann sigur um Car-ragata-álitið, privatiseringar og almennan niðruskurð.
Ein amboðskassi
Tað er ikki so langt síðani, at Høgni sjálvur stóð í støðuni, sum Finnbogi Arge stóð í týsdagin. Fyrst í september mánað varð Hvítabók almannakunngjørd, og hon var, eins og Caragata-álitið, gjørd av serfrøðingum. Teir vóru bara føroyskir, og so nógv fleiri í tali enn Caragata menninir.
Men fyri tað er arbeiði uttan iva nóg gott.
Og Høgni Hoydal heldur, at bøkurnar, skulu brúkast á sama hátt. Tær skulu brúkast sum ein amboðskassi og ikki sum tann ævigi sannleikin um hvussu farast skal fram í Føroyum. Landsstýrismaðurin heldur, at tað kann vera torført hjá útlendingum at gjøgnumskoða tað føroyska samfelagið í øllum sínum lutum, men at teir kortini uttan iva hava eina greiða fatan um, hvussu farast skal fram.
- Men tað sum vit mugu minnast til er, at vit skulu ikki bara uttan víðari kopiera eina útlendska skipan, og gera hana til føroyska. Vit skulu hvørki hava ta Ný Sælendsku skipanina, ella ta íslendsku skipanina til Føroya, men hava okkara egnu, sum er gjørd eftir føroyskum viðurskifum, sigur Høgni Hoydal.
Tað, sum hann sær sum tann týdningarmiklasta partin, sæð við vinnuligum brillum er, at vinnan skal hava góðar karmar at virka undir, og at politikararnir skulu geva vinnuni hesar karmarnar.
Høgni vísir á, at tað í grundini er vinnan, sum skal gjalda til samfelagið, men at hon ger tað ikki av sær sjálvum.
- Vinnan krevur at samfelagið veitr karmarnar soleiðis at hon kann virka í hesum landinum, og hon krevur m. a. eitt høgt vitanarstøði, eitt gott heilsuverk, eina góða sosiala skipan og ikki minst ein góða infrastruktur. Hetta er tað, sum vinnan krevur av samfelagnum, men tað er eisini hon, sum skal verða við til at gjalda tær.
Varin við privatiseringum
Seinastu árini hendi tað, sum øllum kunnugt, at landsstýrið yvirtók Føroya banka, samstundis, sum tað er landsstýrið, sum eitt nú eigur Føroya Tele, Atlantsflog og annað virksemi.
Hetta vísir Caragata álitið eisini á, og samstundis sum teir gera vart við, at almenna skuldin er alt, alt ov høg, so halda teir tað vera upplagt, at myndugleikarnir skulu selja bburturúr nøgdini av fyritøkum og so brúka peningin at gjalda almennu skuldina.
Teir vísa á m.a., at tað føroyingar brúka ov nógvan almennan pening til rentur, og m. a. vísa teir á, at føroyingar hava goldið 13,6 mia. krónur fyri kreppuna.
Men hvat siga Høgni og Tjóðveldisflokkurin til orðini um privatiseringar.
- Eg fari at geva Jóannesi Eidesgaard rætt tá hann sigur, at vit ikki skulu selja burturav arvasilvrinum. Tað kann gott vera, at vit skulu privatisera, men tað skal ikki undir nøkrum umstøðum gerast av hugsjónarligum ávum. Skulu vit t. d. privatisera bankan, so skal tað gerast tí vit halda at tað er rætt at gera tað, og ikki tí at Caragata álitið sigur at vit skulu gera tð, sigur Høgni Hoydal.
Hann fer eitt sindur aftur í tíðina og minnir fólk á, at bankin fór á heysin sum privatur banki, og nú hevur hann fingið loyvi til at veksa seg sterkan í almennum regi. Men tað at hann nú er so sterkur sigur ikki, at hann skal seljast.
- Men hetta skal avgjørt ikki skiljast sum at eg eri ímóti privatiseringum. Tað eri eg ikki, men eg meini bara, at vit skulu finna okkum ein millumveg, sum liggur ímillum Wild West liberalismu og fullkomna almenna stýring. Vit mugu alla tíðina hava í huga, at privatiseringar ikki bara eru av tí góða, og tí vera vit eisini noydd at vís varsemi tá vit tosa um hvat og hvussu, sigur Høgni Hoydal.
Varðveita ognarrættin
Tá tað kemur til útlendskar íleggjarar, so er í Føroyum eitt greitt lógarmark fyri hvussu nógv útlendingar kunnu eiga av føroyskum ali- og fiskivinnufyritøkum. Ein regla er sum sigur, at útlendingar ikki kunnu eiga meira enn triðingin av fyritøkum í hesum vinnugreinum, og tað heldur Caragata bólkurin er ikki rætt. Teir siga, at hetta er ein forðing fyri at útlendingar tíma gera íløgur í Føroyum, tí sum tað sær út nú, so skulu útlendingarnir gjalda peningin, meðan føroyingarnir hava allan avgerðarrættin.
Hvat heldur Høgni um tað, hava vit ikki verið alt ov varnir tá tað kemur til útlendskan kapital og til útlendska íblanding í føroyska vinnu.
- Tað er væl møguligt, og persónliga ræðist eg ikki fyri, at útlendingar koma inn í føroyskt vinnulív. Hatta er í grundini ikki pettið annað enn tað, sum føroyingar alla tíðina hava gjørt. Teir hava rikið fyritøkur aðrastaðni, og enntá við góðum úrslitum sigur Høgni Hoydal.
Sum vera mann, kunnu føroyingar ikki bara geva útlendingum rætt at koma til Føroya, og so lata teimum ognarrættin yvir øllum, tað sigur seg sjálvt, men tað heldur Høgni kann gerast á annan hátt enn tað verður í dag.
- Vit skulu tryggja okkum at ríkidømiðå ikki fer úr Føroyum, og burtursæð frá tíð, so haldi eg, at vit ikki eiga at vera bangnir fyri at útlendskur kapitalur kemur til Føroya.
Nú byrjar arbeiðið
Nú Caragata álitið er lagt fram sær Høgni Hoydal fyri sær, at tað veruliga arbeiðið byrjar. Nú skulu politikararnir til at hava eitt orðaskiftið um Caragata álitið. Í sjónvarpssendingin Krosskast mikukvøldið bað Jóannes Eidesgaard landsstýrismannin í vinnumálum, Finnboga Arge um at seta Caragata álitið, og tað er kanska júst tann leiðin tað skal fara, hóast tað ikki er tað, sum Vinnumálastýrið upprunaliga ætlaði.
Jóannes Eidesgaard segði við Sosialin í gjár, at hann ikki undir nøkrum umstøðum vil hava Ný Sælendskar støður í Føroyum, og hesum gevur Høgni Hoydal honum rætt í.
- Tað skulu vit heldur ikki, men vit vera noydd til at gera tillagingar, sum geva vinnuni betri kor at virka undir. Harafturat skulu vit hava í huga, at okkara samfelag er so lítið, at vit kunnu hyggja at avleiðingunum alla tíðina, og so justera broytingarnar so hvørt, sigur Høgni Hoydal, sum m. a. vísir á, at tað, sum stendur í álitinum um almannaveitingarnar ikki nýtist tulkast so ógvusligt kortini.
- Tað er møguligt, at tað skulu gerast broytingar í ymsum almennum veitingum, men tær vera ikki gjørdar yvir háls og herðar, og ikki tí Caragata sigur at vit skulu broyta tær, men tí vit sjálvi hava brúk fyri at gera broytingar, eisini á tí økinum, sigur Høgni Hoydal at enda.