Privatisering og útlisitering

Privatisering kann verða eitt amboð til at flyta uppgávur frá tingmonnum og landsstýri út til feløg og persónar

Privatisering kann verða eitt amboð til at flyta uppgávur frá tingmonnum og landsstýri út til feløg og persónar. Hetta er í sær sjálvum einki endamál, men tíðarrákið við sterkum fagfeløgum ger privatisering til eitt hent amboð fyri at fáa flexibilitet í arbeiðsmarknaðin, soleiðis at palliba fær sum mest fyri sínar pengar, samstundis sum starvsfólk skapa so nógv virðir sum møguligt.


Ov nógvar almennar tænastur!?

Tað er neyðugt at ansa eftir, at allir pengar ikki enda sum almennar lønir. Í almenna sektorinum tykist tað vera trupult at skilja, at tey veita tænastu til onnur. Almenn fagfeløg eru sera sterk, og er tað ikki bara gott. Vansin er, at umhugsni fyri starvsfólkunum til tíðir tykist verða størri enn umhugsni fyri brúkaranum/kundanum. Tað er í dag ikki møguligt at tillaga almenna sektorin, tí fakfeløgini krevja, at alt verður við tað gamla.

Rættari hevði verið, at brúkarin segði, hvat hann vil hava, heldur enn at starvsfókini siga, hvat tey vilja bjóða. Hetta hevði uttan iva betra munandi um tænastuna, og palliba hevði verið munandi betur nøgdur við tænastuna. Er tað rímuligt, at palliba skal gjalda fyri nakað, sum hann ikki vil hava??


Tænastur eftir tørvi

Hetta skal ikki skiljast soleiðis, at starvsfólk hjá tí almenna fáa ov nógv í løn, ella ikki gera sítt arbeiði til lítar. Nei, rættari er at siga, at tey í dag veita nakrar tænastur, sum tørvur ikki er á.

Tí áttu tey at verið sinna at tosa um broytingar í almenna sektorinum, sum eisini høvdu givið teimum fyrimun.

Um palliba fær fleiri tænastur sum hann er glaður fyri, vil hann uttan iva gjalda. Støðan í dag er, at palliba betalur bæði fyri tað hann vil hava, og tað hann ikki vil hava. Tí megnar hann ikki at gjalda fullan prís fyri tað hann fær.


Stig fyri stig

Um vit fara hóvliga fram, ivist eg onga løtu í, at tað ber til at betra tænasturnar og lækka prísin munandi.

Tað eru teir, sum siga, at hetta ber ikki til. Men søgan prógvar at tað ber til. Hygg bara at tryggingini. Síðan vit fingu kapping, eru prísirnir farnir í botn, og tænastan betra. Nú eru tey á Tryggingini eisini farin at siga Tygum við okkum.


Tómar tunnur

buldra mest

Eg vil staðiliga mæla til varsemi í samband við privatisering. Mín uppfatan er, at teir, sum í dag tosa mest um privatisering eru teir, sum hava prógva, at teir IKKI duga sum vinnulívsmenn.

Her hugsi eg serliga um fólkafloksmenn, men má eg tó ásanna, at hetta ikki er fremmant í Sambandsflokkinum. Slíkir menn eru neyvan teir bestu at sannføra onnur.


Fortreytir mugu

verða í lagi

Fyri at fáa fulla nyttu burtur úr privatisering skulu fortreytirnar vera í lagi. Hesar eru m.a. Persónar/fyritøkur sum megna uppgávuna. Neyð-ugt er at vit hava fleiri at velja ímillum, fyri at tryggja, at talan veruliga gerst um sparingar og hægri tænastustøðið.

Smápartafeløg við kr. 80.000 í partapeningi eru ikki hóskandi til endamálið. Hvat hevði Jógvan við Keldu sagt, um Dúgvan ikki sigldi, tí Sp/f Klaksvíksleiðin fór á húsagang?

Tí vil eg heita á menn um at fara varliga fram. Neyðugt er eisini at fáa allar partar við. Bæði starvsfólk, politikarar og palliba skulu taka undir við ætlanum, fyri at talan skal gerast um veruliga munadyggar loysnir.

At enda vil eg minna á, at tað er líka mikið fyri skattgjaldaran, um tað er landskassin ella tað privata, sum misnýtir pengar hansara.


Eivind Jacobsen Strendur